Ársaðalfundir hava í dag verið í Ognarfelag Tryggingartakaranna og restini av Betri samtakinum.
Tríggir nevndarlimir skuldu veljast til nevndina í Ognarfelag Tryggingartakaranna á aðalfundinum í dag. Nevndin í Ognarfelag Tryggingartakaranna mannar eisini nevndina í Betri P/F, sum er móðurfelagið hjá Betri Banka, Betri Trygging, Betri Pensjón og Betri Heim.
Umboðsráðið valdi Petur Elias Nielsen og Mortan Simonsen sum nýggjar limir í nevndina. Gunn Danielsen varð afturvald. Nýggja nevndin skipaði seg beint eftir aðalfundin við Aslaug Gisladóttir sum forkvinnu og Gunn Danielsen sum næstforkvinnu.
Nevndin í Betri P/F er Aslaug Gisladóttir, forkvinna, Gunn Danielsen, næstforkvinna, Karl Birgir Isaksen, Ragnar Joensen, Petur Elias Nielsen, Mortan Simonsen, Annika Thomsen (starvsfólkavald), Sverri Justinussen (starvsfólkavaldur), Helgi Nielsen (starvsfólkavaldur).
Eisini vórðu hildnir aðalfundir í Betri P/F, Betri Banka, Betri Trygging og Betri Pensjón í dag.
Í Betri Banka var einasta broyting, at Evy J. Jacobsen, stjóri í Betri P/F, varð vald í nevndina, har hon varð vald sum næstforkvinna.
Í Betri Trygging varð Evy J. Jacobsen valdí staðin fyri Boga P. Nielsen.
- Í Betri Pensjón fóru Mortan Poulsen og Heini Joensen úr nevndini. Evy J. Jacobsen varð vald, og Bogi P. Nielsen varð valdur sum formaður, upplýsir Betri P/F í kvøld.