Mánadagin fór talið av deyðum kring heimin við koronu um fimm milliónir, vísa tøl frá Johns Hopkins University.
Á listanum niðanfyri sæst, hvussu nógv fólk eru deyð við koronu í ymsu londunum í munn til íbúgvar í teimum tíggju londum, har flest eru deyð við kornu. Í klombrum síggjast íbúgvatølini í hvørjum landi.
Tølini eru frá 29. oktober 2021 og eru grundað á hagtøl frá Johns Hopkins University:
1. Peru 6157,4 deyð per eina millión íbúgvar (tilsamans 32,5 milliónir íbúgvar).
2. Bosnia-Hercegovina 3476,8 deyð per eina millión íbúgvar (tilsamans 3,3 milliónir íbúgvar).
3. Norðurmakedonia 3406,8 deyð per eina millión íbúgvar (tilsamans 2 milliónir íbúgvar).
4. Bulgaria 3400 deyð per eina millión íbúgvar (tilsamans 7 milliónir íbúgvar).
5. Ungarn 3141,5 deyð per eina millión íbúgvar (tilsamans 9,8 milliónir íbúgvar).
6. Moldova 2884,1 deyð per eina millión íbúgvar (tilsamans 2,7 milliónir íbúgvar).
7. Brasilia 2876,4 deyð per eina millión íbúgvar (tilsamans 211 milliónir íbúgvar).
8. Kekkia 2876,3 deyð per eina millión íbúgvar (tilsamans 10,7 milliónir íbúgvar).
9. Georgia 2665,9 deyð per eina millión íbúgvar (tilsamans 3,7 milliónir íbúgvar).
10. Argentina 2579,4 deyð per eina millión íbúgvar (i al 44,9 milliónir íbúgvar).
* Tað kann vera munur á, hvussu londini gera upp tølini, tí skulu samanberingar takast við fyrivarni.
* Lítli lond eru sorterað frá. Á listanum er bara lond, sum hava fleiri eina millión íbúgvar. Tølini hjá okkum og Grønlandi telja tí við í donsku tølunum.
* Tølini av deyðum hevur Johns Hopkins University gjørt upp 29. oktober og samanborið við atkomulig íbúgvaratøl hjá ymsu londunum.
Keldur: Statista.com.
/ritzau/