Atlantic Airways hevur heiðrað 9 starvsfólk, sum seinastu tíðina hava havt 20 ella 25 ára starvsdag hjá føroyska flogfelagnum.
- Hesi dugnaligu og trúgvu starvsfólk okkara hava tilsamans starvast 190 ár hjá Atlantic Airways. Og tað eru vit serstakliga errin og fegin um, tí hetta er tað, sum gevur tær góðu, drúgvu royndirnar og vitanina, ið hevur alstóran týdning í okkara dagliga arbeiði, skrivar Atlantic Airways á Facebook-vanganum.
Starvsfólkini eru frá vinstru: Annika Jespersen (25), Jóhan í Niðristovu (25), Thora Holm (20), Eydna Simonsen (20), Estrid Hansen (20), Oddbjørg Magnussen (20) og Egil Beder (20). Á myndini vanta Sólbjørg Magnussen (20) og Arngerð Davidsen (20).










