Seinna hálva av fimta og næstseinasta umfari í bólkaspælinum í Champions League hevur verið í kvøld. PSG, Bayern Munchen, Chelsea og FC Barcelona hava tryggjað sær víðari luttøku til endaspælið, sum byrjar í komandi ár. Manchester United misti í evstu løtu, og má nú tryggja sær víðari luttøku um tvær vikur.
Bólkur A:
Heldur óvæntað vann FC Basel úr Sveis á gestunum úr Manchester United. Málið kom ikki fyrr enn í evstu løtu, tá Michael Lang prikaði eitt innlegg í mál. Manchester United var annars omaná allan dystin.
Samstundis sum CSKA Moskva vinnur 2-0 á Benfica, so er alt ikki avgjørt. Manchester United hevur 12 stig, meðan FC Basel og CSKA Moskva hava níggju í part. Manchester United fær í seinasta umfari vitjan úr Russlandi.
CSKA Moskva – Benfica 2-0
FC Basel – Manchester United 1-0
Bólkur B:
Paris Saint-Germain heldur fram við málveitslum. Hesa ferð vunnu teir heili 7-1 á Celtic úr Skotlandi. Neymar og Edinson Cavani skoraðu tvey í part, meðan Kylian Mbappe, Marco Veratti og Dani Alves skoraðu hvør sítt. Í hinum dystinum vann Bayern Munchen 2-1 á Anderlecht. PSG og Bayern eru víðari.
Anderlecht – Bayern Munchen 1-2
PSG – Celtic 7-1
Bólkur C:
Chelsea er víðari eftir ein greiðan 4-0 sigur á Qarabag FK, meðan Atletico Madrid enn hevur møguleikan at innheinta AS Roma, eftir at høvðusstaðarliðið úr Spania vann á høvðusstaðarliðnum úr Italia.
Qarabag FK – Chelsea 0-4
Atletico Madrid – AS Roma 2-0
Bólkur D:
Barcelona greiddi sín setning. Við Lionel Messi á bonkinum teir fyrstu 55 minuttirnar, spældi katalanska stórfelagið málleysan javnleik móti Juventus í Torino. Úrslitið merkir, at Barcelona er víðari sum 1’ari í bólkinum. Sporting eltir Juventus, sum hevur eitt stig fleiri á øðrum plássi. Portugisiska Sporting vann í kvøld 3-1 á Olympiacos úr Grikkalandi
Juventus – FC Barcelona 0-0
Sporting – Olympiacos 3-1
Av øðrum, so eru Manchester City, Besiktas, Tottenham og Real Madrid eisini víðari til Champions League endaspælið.










