Ársins Søludagur 2017, sum verður í Norðurlandahúsinum 3. mai, verður ljóskastarin settur á sølu og tænastu í Føroyum. Í tí samband skulu Ársins sølufólk kjósast og heiðrast.
Talan er um tveir bólkar: "Søla um disk" og "Uppsøkjandi søla".
Kandidatarnir í bólkinum "Søla um disk" eru hesi:
1) Rita Ditleifsdóttir Syderbø (BR)
2) Hávardur í Stórustovu (Skálkur)
3) Mimmy Vágsheyg (Café Fríða)
Í bólkinum "Uppsøkjandi søla" eru hesi kandidatar:
1) Gunleiv “Gulla” Berjastein (H-Dygd)
2) Eliesar Olsen (Nema)
3) Sámal Joensen (Vest Pack)
Grundgevingarnar fyri tilnevningarnar kunnu lesast her