Hagtøl, sum Sosialurin hevur fingið frá Barnabata vísa, at nógv tann størsti parturin av teimum, sum eru í fátækraváða og hava søkt um jólahjálp frá Barnabata, eru einsamallir uppihaldarar við tveimum børnum. Í ár eru 158 av 218 umsóknum frá fólki í fátækraváða, frá støkum. Tað eru trý færri enn í fjør.
Miðalinntøkan hjá støku umsøkjarunum er slakar 13.000 krónur um mánaðin. Tað eru 1.200 krónur meira, enn miðalinntøkan hjá støkum uppihaldarum, sum søktu um jólahjálp í fjør. Tá allar fastar útreiðslur eru goldnar, hava tey í meðal 3.400 krónur eftir at liva fyri um mánaðin.
Nógv tey flestu, sum eru støk, búgva til leigu, og hava eina mánaðarliga miðalleiguútreiðslu á slakar 5.000 krónur.
Barnabati hevur fingið 60 umsóknir frá fólki, sum liva í parlagi. Tey hava í miðal 2,7 børn. Tey hava ein miðalinntøku á knappliga 17.000 krónur, og hava einar 4.300 krónur eftir um mánaðin at liva fyri. Í fjør vóru 71 umsóknir um jólahjálpi frá fólki í parlagi.
Tey flestu, sum hava søkt um jólahjálp frá Barnabata í ár, fáa forsorgarhjálp. Talan er um góð 21 prosent av umsøkjararunum. Talið er at kalla óbroytt samanborið við umsóknirnar, sum Barnabati fekk í fjør.
Eisini nógv lesandi eru millum tey, ið eru so illa fyri fíggjarliga, at tey eru í fátækraváða. Tey lesandi eru stívliga 17 prosent av umsøkjararunum. Tað eru góð trý prosent færri enn í 2016.
Av teimum 218, ið eru í fátækraváða, og hava søkt um jólahjálp í ár, eru góð 16 prosent í starvi á almenna ella kommunala arbeiðsmarknaðinum. Hetta talið er at kalla óbroytt samanborið við umsóknirnar, sum Barnabati fekk í fjør.
Stívliga 16 prosent starvast á privata arbeiðsmarknaðinum, og tað eru sløk fýra prosent fleiri enn í 2016.
Nógv tann størsti parturin av teimum, sum eru í fátækraváða, og sum hava søkt um jólahjálp frá Barnabata bæði í ár og í fjør, hava fólkaskúlaútbúgving sum hægsta útbúgvingarstig.
Í spurnarblaðnum, sum skal svarast, tá søkt verður um jólahjálp, svara næstan 42 prosent, at hægsta útbúgvingin hjá teimum er fólkaskúlaútbúgving. Í fjør var talan um sløk 44 prosent.
Knappliga 23 prosent hava miðnámsskúlaútbúgving sum hægstu útbúgving, og góð 20 prosent eru yrkislærd ella hava miðallangar útbúgvingar, sum vanliga taka eini 3 til 4 ár.
Góð tvey prosent av teimum, sum søktu um jólahjálp bæði í ár og í fjør, hava útbúgving frá hægri lærustovni, eitt nú kandidatútbúgving.
Í tølunum hjá Barnabata fyri 2017 sæst eisini, at nógv tey flestu, sum hava søkt um jólahjálp, hava eisini søkt tey undanfarnu árini. Bara 26 av teimum 218 umsóknunum, sum eru innkomnar frá fólki í fátækraváða, eru frá umsøkjarum, sum ikki hava søkt um jólahjálp fyrr.