Hesa ferð var hepnið við Hull

Julian Johnsson var á vøllinum allar 90 minuttirnar og í yvirtíðini, tá Hull javnaði

 

ONGLAND


Tað stóð einki til hjá Hull City, tá felagið hjá Juliani Johnsson leygardagin var á útivølli ímóti Shrewsbury. Heimaliðið var greitt omaná, og serliga í 1. hálvleiki vóru Julian Johnsson og liðfelagarnir á afturpartinum.

Shrewsbury hevði fleiri málmøguleikar, og tá eitt korter var farið, komu teir á odda.

Brian Little mundi síggja, at tað var neyðugt við broytingum. Hann skifti tveir spælarar út. Eftir steðgin vóru Julian og liðfelagarnir væl betri við, og teir høvdu onkrar málmøguleikar. Men tá ein stórur tími var farin, var um reppið, at heimaliðið økti um leiðsluna. Málverjin hjá Hull bjargaði meistarliga, og so bendi alt á, at úrslitið skuldi vera 1?0, og at Hull harvið skuldi tapa fyri aðru ferð í hesum kappingarárinum.

Men soleiðis endaði tað ikki. Hull menninir stríddust til síðsta bríksl. Síðsta bríkslið ljóðaði, tá 2. hálvleikur var 48 minuttir gamal, og í síðstu sekundunum megnaði Hull at javna.

Julian Johnsson var nógv saknaður í Slovenia leygardagin. Sum kunnugt so var hann leikbannaður á landsliðnum. Men so kunnu fótbóltshugaðir føroyingar gleðast um, at Julian tykist rættuliga at vera í hitanum hjá Brian Little, fótbóltsstjóranum í Hull City.