Herviligur skógareldur í Portugal

Ein hervilivur skógareldur herjar í Portugal. Higartil eru 64 fólk deyð og 150 eru komin til skaða.

 

Tað skriva útlendskir miðlar í dag.

 

Myndugleikarnir í Portugal hava góðar vónir um at venda gongdini teir næstu 24 tímarnar, men tað veldst um hvussu veðrið háttar sær.

 

Tað verða spuringar settir við hvussu ein skógareldur, sum ofta kemur fyri, slapp at gerast so stórur áðrenn neyðug tiltøk blivu sett í verk.

 

Forsætismálaráðharrin í Portugal, Antonio Costa, sigur, at telefonlinjur og annað fekk skaða.

 

Eldur kom í leygardagin, tá eitt snarljós slóg niður í eitt skógarøki.