Sunnunáttina royndi onkur at gera herverk inn á fýra bilar, sum stóðu parkeraðir í Fuglafirði.
Á miðjari nátt hevur onkur kýlað plattar inn undir bilarnar, so at teir ikki sluppu av staðnum aftur, uttan við tógvið stríð.
Ein bilánari, sum Miðlahúsið hevur verið í samband við sigur, at tey settu bilin frá sær klokkan tvey á nátt, so hetta er hent eftir tað.
Plattarnir eru tiknir úr einum grannagarði og síðani trýstir undir bilarnar á slíkan hátt, at teir stóðu fastir undir teimum.
- Eg varnaðist ikki plattin, tá eg skuldi koyra avstað, so eg skilti lítið av, hví einki hendi, tá eg royndi at koyra. Bilurin stóð rimmarfastur orsaka av plattinum, greiðir bilánarin frá. Hon sigur, at tað skuldi nógv megi til, fyri at fáa plattarnar undan bilunum aftur.
Av teimum fimm bilunum, sum stóðu á parkeringsøkinum, vóru plattar lagdir undir fýra teirra. Tann fimti var so lágur, at plattarnir ikki fingu pláss undir, greiðir bilánarin frá.
- Tað er skelkandi, at nakar kann finna upp á at gera nakað slíkt. Hetta kundi elvt til stóran skaða á fleiri av bilunum, sigur bilánarin.