Svend Erik Dølum hevur havt sín skjóttgangandi stuttleikabát í umleið eitt hálvt ár. Báturin hevur ligið í Danmark, men herfyri valdi Svend Erik at taka bátin heim til Føroya. Tað skuldi hann ikki havt gjørt, tí báturin hevur í seinastuni at kalla ikki fingið frið fyri herverki, og nú er hann tikin upp til umvælingar. Eina tíð lá hann í Vágsbotni, men seinastu tíðina hevur hann ligið á Argjum.
? Herverkið byrjaði fyri einum knøppum mánaði síðan. Báturin lá á Argjum, og eg helt, at hann fór at kunna liggja í friði. Hann hevur ligið í Danmark, uttan at nakað er hent, so eg gekk út frá, at hann fór at fáa frið í Føroyum eisini, greiðir Svend Erik frá.
Men tá Svend Erik ein dagin kom oman í bátin varnaðist hann skjótt, at alt ikki var, sum tað átti at vera. Onkur hevði verið umborð og rótað runt í bátinum. Alt var endavent. Ein av hátalarunum, sum hoyrdi til tónleikaanleggið umborð, var eisini ryktur leysur og tikin.
? Fyrstu ferð, at viðkomandi persónar vóru umborð, tóku teir bert ein hátalara. Men teir høvdu rótað runt í øllum bátinum, greiðir Svend Erik frá.
Hann harmaðist sjálvsagt um herverkið, men tá visti hann ikki, at hetta bert var lítið av miklum.
Herverks klikur
Eina góða viku seinni var nevniliga aftur galið. Hesuferð høvdu fortreðgerarirnir ikki noyðst við at órudda, men høvdu nú eisini stolið anleggið og restina av hátalarunum. Eisini høvdu teir brotið okkurt umborð. Nú var nóg mikið hjá Svend Erik, so hann meldaði herverkið til løgregluna.
? Tá politii kom út og hugdi at bátinum, søgdu teir mær, at tað vóru alstórir trupulleikar av ungdómi, sum gekk og gjørdi herverk runt í býnum. Teir søgdu tá, at teir júst høvdu tikið ein unglinga, sum gekk niðri í Vágsbotni, og gjørdi seg inn á bátar har, og at støðan var ring í Vágsbotni, greiðir Svend Erik frá.
Løgreglan segði, at tað allarhelst vóru bandar við unglingum um 15-16 ára aldur, sum gingu runt um næturnar og gjørdu herverk.
Svend Erik tosaði eisini við aðrar bátaeigarar, ið høvdu bát sín á Argjum og fleiri kendu til trupulleikan.
? Eigarin av bátinum, sum lá uttanfyri mín bát, segði, at hansara bátur fyrst hevði ligið yviri í Vágsbotni. Har bleiv báturin stolin av unglingum, sum heilt einfalt sigldu avstað við bátinum. Meðan bátur hansara lá har, bleiv anleggið eisini stolið. So hann valdi at flyta bátin yvir á Argir at liggja. Men nú, tá hann sá, at skilið var tað sama á Argjum sum í Vágsbotni, flutti hann bátin haðani eisini, sigur Svend Erik.
Svend Erik tók eisini avgerð um at fara at flyta sín bát.
? Eg tók eg avgerð um, at eg skuldi fara at flyta bátin dagin eftir. Eg tordi ikki at hava hann liggjandi við bryggjuna har longur. Hann lá eisini illa fyri, við allari síðuni at bryggjuni, so hann var lættur at koma umborð á. Seint um kvøldið, um hálvgum tvey tíðina, koyrdi eg oman til bátahylin, bara fyri at kanna um alt var í lagið. Tá var alt sum tað skuldi vera, men eg sá, at har vóru nakrir unglingar, um 15-16 ára aldur, sum gingu og mólu. Ein teirra hevði eina motorcross, sigur Svend Erik.
Hann fór aftur til hús og hugsaði, at tá einki var hent so seint út á náttina, so mundi báturin fara at fáa frið.
Rútarnir knústir
Men dagin eftir, var báturin ikki at kenna aftur.
? Teir høvdu blakað grót á bátin og knúst rútarnar. Eisini høvdu teir boygt jarnið, sum rútarnir eru festir í og brotið alt møguligt innan í bátinum. Tað vóru glassplintur um allan bátin, og grótið hevið eisini rakt dekkið, so at málingin var farin av í fleiri støðum. Tá tók eg bátin upp beinanvegin, greiðir Svend Erik frá.
Báturin er tryggjaður, men við so grovum herverki, gerst tryggingin munandi dýrari. Hetta verður tí ein dýr søga fyri Svend Erik. Ætlanin var eisini at selja bátin, sum hevur verið lýstur til sølu fleiri ferðir, men nú væntar Svend Erik, at tað verður torført at fáa nakran keypara.
? Tað verður eitt stórt arbeiði, at fáa bátin penan aftur, sigur hann, ógvuliga harmur á málinum.
Hann sigur, at hann aldrin hevur verið úti fyri nøkrum tílíkum, tað hálva árið, sum hann hevur havt bátin í Føroyum, og hann heldur tað vera ógvuliga spell, at ungdómurin ikki kann lata so virðismiklar ognir, sum bátar eru, fáa frið.
? Tað loysir seg so lítið at hava eina bátahavn, um hetta skal vera viðferin, ið bátarnir fáa, meðan teir liggja har, heldur Svend Erik at enda.










