Herovasti í Norðurkorea fingið sekkin

Ein av teimum týdningarmestu ovastunum í norðurkoreanska herinum, Ri Young-ho, er farin frá. Tann almenna norðurkoreanska tíðindastovan, KCNA, sigur, at Ri er farin frá, tí heilsan er farin at bila, men sambært BBC er tað ikki tann rætta frágreiðingin.

Ri Young-ho (uttast vinstrumegin á myndini) var ikki bara herovasti. Hann var næstformaður í tí serliga ráðnum, sum stýrir hermegini, og harafturat var hann ein týðandi limur í Arbeiðaraflokkinum.

KCNA skrivar, at eitt floksting hjá Arbeiðaraflokkinum samtykti leygardagin, at Ri Young-ho skuldi fara frá. Einki verður sagt um, hvør tekur við eftir hann.