Vit endurprenta her grein úr Sosialinum 19. november í 2012, sum Randi Jacobsen hevur skrivað:
Bróðursonurin hevur skrivað eina bersøgna ævisøgu um sín kæra pápabeiggja.
Í 1988 doyði Hermann Jacobsen brádliga bara 46 ára gamal.
Men Hermann livir framvegis í minninum hjá nógvum vinum og hjá øðrum, sum minnast øll hansara avrik sum sjónleikari, sangari, skemtari og mangtr annað.
Og hann fer helst at liva mong ár aftrat á henda hátt.
Bróðursonurin Tórður Jóhannesarsson sá upp til Hermann, sum var barnavinur.
##med2##
Hann minnist, hvussu skelkað øll familjan var, tá ið Hermann doyði, og mamma Hermann var so ólukkulig. Øll familjan sat við ósvaraðum spurningum, hví lívið hjá Hermanni skuldi enda, sum tað gjørdi. Men tá orkaði hann so ikki meira.
Tórður Jóhannesarson fór á Fróðskaparsetrið at lesa og skrivaði tá serritgerð um føroyska táttayrking, og tá varnaðist hann, hvussu nógv Hermann í grundini hevði avrikað og lagt eftir seg.
Hetta fekk hann til at gera útvarpssendingar um Hermann, og hann syrgdi fyri, at fleiri føgur komu út við sangum og tættum við Hermanni og øðrum.
Stórt arbeiði
Ein dag kom góði vinmaður hansara, Sveinur Ísheim Tummasarsson til hansara og segði, at nú mátti hann fara víðari og skriva um Hermann.
Hann so gjørdi, og tvey tey seinastu árini hevur hann brúkt hvørja einastu fríløtu til at granska og gera samrøður við fólk, sum kendu og stóðu Hermanni nær.
- Lívsleiðin hjá Hermanni var nokkso løgin. Hann breyt á fleri øðrum upp úr nýggjum, og hann sprongdi fleiri mørk gjøgnum alt sítt lív, sigur Tórður Jóhannesarson.
Hermann Jacobsen var føddur 19. februar 1942 og hevði sostatt fylt 70 ár í ár.
##med3##
Ommusystirin Masa og maður hennara Herluf Arnason vóru partur av barnaheiminum hjá Hermanni, og teir tríggir beiggjarnir nevndu tey fyri ommu og abba.
Masa arbeiddi seinnapartin á Ellisheiminum. Hermann fór ofta við henni til arbeiðis, og í uppihaldsstovuni plagdi hann at spæla upp á eitt pumpuorgul.
Tað var eitt heilt serligt heim, sum Hermann vaks upp í. Har komu altíð fólk, og lív var í.
Ein góð ommusystir
Hermann átti eina ommusystir, sum nevndist Seymi-Sanna, og hon hevði ein heilt serligan týdning fyri Hermann. Hendan konan var bersøgin og hevði sína meining. Hon seymaði og bant og gekk nógv niðan í Sjónleikarhúsið, har hon seymaði búnar og annað, og hon spældi eisini sjónleik.
Tað mundi vera soleiðis, at Hermann eisini kom í Sjónleikarhúsið.
Hermann tosaði ofta um Seymi-Sannu, tí tey vóru so góð.
− Orsøkin til hetta er ikki heilt greið, men Hermann gjørdi ikki altíð, sum fyri var skrivað, skrivar høvundurin.
##med4##
- Longu sum smádrongur fór Hermann at nápa portvín frá Seymi-Sannu, men Sanna tók tað ikki illa upp, tvørturímóti. Hvat hann enn gjørdi, fyrigav hon.
- Seymi-Sanna ætlaði upprunaliga, at ein annar skyldmaður skuldi arva seg, men hon broytti testamentið og g jørdi Hermann til arving sín.
- Orsøkin til, at hann arvaði Seymi-Sonnu, hevur Hermann sjálvur sagt vera, at hann báði bannaði og drakk og líktist als ikki nøkrum baptisti.
- Hermann yrkti ta fyrstu vísuna sum smádrongur. Hann var so lítil, at hann dugdi ikki at tosa.
Nógvur tónleikur
- Í barnaheiminum í Sverrisgøtu varð nógv spælt og sungið. Pápi Hermanns spældi mandolin og hevði góða sangrødd. Sum smádrongur fór Hermann at syngja saman við bróður sínum Hannusi. Mamman varnaðist beinanvegin, at dreingirnir høvdu góðar tónagávur. Hon keypti teimum eina knøttharmoniku, og skjótt funnu teir lagið. Hermann segði sjálvur, at hann spældi strálandi, tá ið hann var sjey ára gamal. Tað var ein tveyraddað knappharmonika við átta bassum, seinni fingu teir eina við 16 bassum. Tá sjangraðu beiggjarnir, Hannus spældi guitar, og Hermann harmoniku. Hannus var tá fimm ára gamal.
##med5##
- Tað var nógvur sangur og tónleikur í barnaheiminum.
- Tá ið teir vóru vaksnir, fóru teir at spæla til dans saman.
- Hetta dámdi mammuni einki serligt, men ikki verri enn so, at hon streyk skjúrturnar fyri teir, tá ið teir skuldu spæla.
- Alt húskið hoyrdi til Brøðrasamkomuna, men upprunaliga vóru tey kirkjufólk.
- Dreingirnir gingu tí í sunnudagsskúla í Ebenezer.
- Aftan á skúla ætlaði Hermann sær til skips, og tað var ein stór sorg fyri hann, at ikki bar til at fáa heilsuváttan.
Royndi nógv
Hermann fór tí á VBV at taka preliminereksamen, men hann fullførdi ikki skúlan.
- Tað er helst um hetta mundið, at hann loysti seg frá Brøðrasamkomuni og fór yvir til tað meira verðsliga lívið.
- Aftan á VBV fór hann at arbeiða fyrst í Sjóvinnubankanum og síðan á Skipafelagnum Føroyar. - So fór hann at læra til laborant, men gavst áðrenn próvtøkuna.
- Í Danmark fekk Hermann nógvar góðar vinir millum føroyingar, og hann fann skjótt saman við teimum, sum fingust við tónleik.
- Hann kom eisini ofta inn á Kannibálin, har føroyskir studentar plagdu at hittast. Har var eitt blómandi lív við góðum orðaskifti. Hermann helt seg ikki aftur.
- Hann flutti aftur til Føroya og fór at arbeiða á Landsskjalasavninum.
- Har treivst hann væl, tí hann var so áhugaður í søgu, siðsøgu og mentan.
- Hermann var javnaðarmaður frá ungum árum, og hann var við til at stovna Sosialistiskt Ungmannafelag, har hann var ógvuliga virkin frá byrjanini.
- Eitt skifti var hann vikarur, og aftaná arbeiddi hann við jørð og betong.
Ein meistari í V4
- Men so byrjaði útvarpið við V4, og tað var tíðarkevjandi arbeiði, at Hermann næstan kundi liva av tí.
- Tað var ein hørð tíð, men honum dámdi hetta sera væl.
- Í 1972 fór hann undir at geva út myndarblaðið Eygað saman við Niels Juel og Jógvan Arge.
##med6##
- Seinni gav hann út myndablaðið Nú, til tíðin fór frá tí.
Gávurnar til at syngja, spæla og skemtað hevði hann fingið í báðar aftur. Og tær komu honum til góðar, tá ið hann sang fyrst til dans og seinni í útvarpinum, ikki minst barnasangirnar, og tá ið hann feraðist kring landið við V4, sang og undirhelt.
Í 1982 fekk hann barnadreym sín um at sleppa til skips uppfyltan. Hann var burturi í hálvt ár, og tað var á hesum túrinum, at hann týddi vísurnar hjá Evert Taube.
Undangongumaður
Søgan um ævisøguna um Hermann er long og litrík.
- Sigast kann um Hermann, at hann var við í nógvum av tí nýggjasta. Hann var í tónleikarafelag, fór at lesa til laborant, var við til at stovna Sosialistiska Ungmannafelag, og hann var við til at geva út fyrsta føroyska myndarblaðið. Hann var Føroya størsti undirhaldari, og Føroya fyrsti Evert Tabe-tulkari. Tað var ein verulig andsøgn, at ein slíkur livandi maður skuldi gera enda á lívi sínum, sigur Tórður Johannesarson.
(Trýst her fyri at lesa ummæli, sum Meinhard Jensen skrivaði av bókini hjá Tórði Jóhannesarsyni í Sosialinum í 2014)