Alivinna
Alt bendir á, at um ein mánaða ella so heldur alt virksemið hjá Hera Hjelm á Suðurlaks í Vági og á Roykivirkinum í Porkeri uppat í eitt hálvt. Tá eigur felagið ongan fisk eftir at arbeiða á virkjunum, og líkt er ikki til, at tað fer at loysa seg at keypa laks ella síl frá øðrum, soleiðis at arbeiði kann verða samanhangandi fram til komandi summar, tá ið fiskur aftur er búgvin til tøku.
Á Suðurlaks í Vági, sum er fyrrverandi Polarfrost, verður fiskurin tikin og skorin ella fileteraður, sum tað verður rópt undir einum. Har hevur hann eisini verið góðskaður og pakkaður. Roykingin fer fram á virkinum í Porkeri.
Heri Hjelm hevur umleið 120 fólk í arbeiði á báðum virkjunum.
Umframt tey, sum starvast innanveggja í Vági og Porkeri, hevur hann 20-30 fólk í arbeiði við fóðring, framleiðslu av útgerð og umvæling og á smoltstøðini.
Stórur missur
Ein illveðursdag í vár misti Heri umleið helmingin av árganginum, sum var tøkuførur, tá ið aliringar hjá honum slitu og róku á land.
Hetta var ein stórur missur og dyggur smeitur ikki bara fyri virksemið hjá alaranum, men eisini fyri tey mongu, sum vinna sítt livibreyð í Vági og í Porkeri.
Heri Hjelm harmast um, at eingin gongd leið vísir seg at vera sum kann byrgja uppfyri, at fólk nú noyðast til hús um ein mánaða ella so.
- Tað er sannlíkt, at alt virksemið í Vági og í Porkeri verður lagt stilt fram til juni ella juli, og hetta merkir eisini, at neyðugt verður at siga onkrar leiðarar úr starvi.
Hann vísir á, at tað er ógvuliga keðiligt at noyðast at siga fólkinum upp, tí tú veitst ikki, um tey verða tøk, tá ið brúk verður fyri teimum aftur um mánaðarskiftið, juni/juli komandi ár.
Skotskur fiskur
Sum skilst, hevur Heri kannað ymiskar møguleikar at keypa fisk til virkingar í Vági og í Porkeri, eitt nú hevur verið uppá tal at keypa ísaðan alifisk úr Skotlandi, men tað vísir seg, at fiskurin er ov dýrur. Hinvegin hevði hetta latið seg gjørt, tí Heri hevði ikki fingið trupulleikar við tolli, um fiskurin kom úr Skotlandi.
- Tað vísir seg heldur ikki at vera nøkur gongd leið at keypa fisk aðrastaðni úr Føroyum, sigur hann.
Sum enn ein møguleika, hevur Heri tosað við Føroya Fiskavirking, sum eigur virkið í Vági, um at sleppa at arbeiða vanligan ísfisk, meðan bíðað verður eftir laksinum, men hesin tankin hóvar ikki Fiskavirking.
Tað er torført at spáa um framtíðina, vísir Heri Hjelm á, men hann væntar, at tá ið fiskur aftur verður tøkuførur um mánaðarskiftið, juni/juli komandi ár, verður aftur støðugt arbeiði, bæði í Vági og í Porkeri.