Heri hevur aftur brotið eitt bein í fótinum

Betri deildin menn: Eydnan er ikki við Hera Hjalt Mohr í løtuni. Hann hevur brotið sama beini í fótinum fyri triðju ferð

Heri Hjalt Mohr hevur fyri triðju ferð brotið sama bein fótinum. Høgri bakkurin hjá HB hevur seinastu tíðina vant við Næstved, sum spælir í næstbestu deildini í Danmark.

 

Farna kappingarár var nógv merkt av skaðum. Serliga gekk eitt beinbrot í fótinum aftur. Ráðini vóru at lata brotið koma seg sjálvt, men nú verður farið undir skurð.

 

- Ja, hetta var einki serligt. Eg skal nú undir skurð, men eg veit ikki nær ella hvar, sigur Heri Hjalt Mohr.

 

Hann tók av møguleikanum, at fara til Næstved. Eitt felag, sum hevur havt bæði Finn Justinussen og Jóannes Kalsø Danielsen í hópinum fyrr.

 

- Eg tók av at fara ein túr til Næstved, tí eg vil gjarna royna okkurt nýtt. Eg helt at hetta var ikki so býtt at royna, sigur Heri Hjalt Mohr.

 

Hann má nú sita uttanfyri í upp til nakrar mánaðir. Næstved er í løtuni í toppinum í næstbestu deildini í Danmark. Tað er Peter Bonde, sum er venjari. Hann var tíðarskeiðið 2006 til 2016 hjálparvenjari á danska A-landsliðnum hjá monnum, tá Morten Olsen var landsliðsvenjari.