?Er mín illgruni rættur, er Hergeir Nielsen ikki skikkaður at sita á tingi.
Tað var ein rættiliga barsagdur næstformaður í Suðuroyar Oljuvinnuráðið, sum vit høvdu í telefonini í gjáramorgunin.
Formaðurin í ráðnum, Viberg Sørensen, var ikki at hitta. Men næstformaðurin, Rógvi Thomsen, er bæði vónbrotin, og ørkymlaður av tí, sum fór fram í løgtinginm mikudagin, tá ið uppskotið frá javnaðarflokkinum um at áleggja oljufeløgunum at hava útgerðarstøð í Suðuroynni varð felt.
Tað, sum hann er serliga ørkymlaður av, er, at bara tveir tjóðveldismenn, Hergeir Nielsen og Heini O. Heinesen, atkvøddu fyri.
? Vit høvdu annars alla orsøk til at vænta, at, allur tjóðveldisflokkurin fór at taka undir við uppskotinum, tí tað hava vit fingið vissu fyri.
Hann sipar til eitt bræv, sumSuðuroyar Oljuvinnuráð fekk frá Hergeir Nielsen í november í fjør.
? Í tí brævinum boðar hann okkum frá, at málið er viðgjørt á floksfundi og at tjóðveldisflokkurin stendur sum ein maður í spurninginum um oljuhavn á Suðuroynni.
? Hergeir Nielsen sigur, at málið um oljuhavn í Suðuroynni hevur fleiri ferðir verið umrøtt á floksfundi. ? Og á einum floksfundi, har tað varð viðgjørt, samtykti flokkurin einmælt at útgerðarhavnin skuldi leggjast í Suðuroynni.
Hann segði eisini, at landsstýrismenn floksins fingu til uppgávu at leggja málið fram á landsstýrisfundi.
Og har var tað umrøtt við støði í tilmælinum frá tjóðveldisflokkinum um at leggja virksemið í Suðuroynni, sigur Hergeir Nielsen í brævinum til Suðuroyar Oljuvinnuráð.
Ikki skikkaður
Næstformaðurin í oljuvinnuráðnum er tí rættiliga ørkymlaður av, at bara tveir tjóðveldismenn atkvøddu fyri uppskotinum at leggja virksemið í Suðuroynni.
? Er tað so, at Tjóðveldismenn veruliga hava samtykt málið á fundi, men eru bakkaðir í síðstu løtu, er tað vanæriligt.
? Er tað hinvegin so, at Hergeir Nielsen hevur skrivað brævið uppá nakkan á øllum Tjóðveldisflokkinu, uttan at teir hava vitað av tí, er hann ikki skikkaður at sita á tingi.
? So hevur hann svikið bæði oynna og veljaran
Og Rógvi Thomsen heldur, at tað er nógv, sum bendir á tað seinna. Hann sipar til, at beint tá ið hetta kom fram í november í fjør, vóru tað tinglimir úr Tjóðveldisflokkinum, sum vístu tí aftur og søgdu, at tað passaði ikki, at flokkurin var samdur um hetta.
Fleiri viðmerkingar hevur hann ikki í løtuni
Eitt misálit
Rógvi Thomsen heldur, at atkvøðugreiðslan í tinginum í gjár um oljuhavn í Suðuroynni er eitt misálit á Suðuroynni.
Hann heldur eisini, at atkvøðugreiðslan vísir, at samgongan hevur sett sær fyri at føra ein miðsavningarpolitikk.
?Atkvøðugreiðslan vísir eisini, at tinglimir hava ikki skilt ta álvarsomu støðu, sum Suðuroyggin er komin í, við lítlum barnsburðartali, fráflyting og ongum arbeiðsmøguleikum hjá fólki við útbúgving.
Hann setir nú sína einastu vón til, at tingmenn taka undir við uppskotinum, sum tinglimir úr fleiri flokkum ætla at leggja fyri tingið í dag um at leggja oljuvinnuna út til útjaðaran.
?Og eg má ásanna, at eg eri bjartskygdur um atkvøðugreiðsluna í morgin, tí eg vænti, at tinglimir úr útjaðaranum fara at standa saman um tað.
? Tað er tað næstbesta, vit kunnu fáa. Og verður tað samtykt, vænti eg, at Suðuroyggin stendur rættiliga sterk, tí vit hava í hvussu so er tveir góðar firðir, sum eru vælegnaðir til endamálið, og so góðar umstøður eru neyvan aðrastaðni í útjaðaranum, sigur næstformaðurin í Suðuroyar Oljuvinnuráði. Hann sigur hinvegin, at taka tinglimir ikki undir við at oljuuvinnan skal vera í útjaðaranum, er tað tað sama sum at gera av, at hon skal vera í miðstaðarøkinum. Og tá fer fráflytingin at at taka rættiligt dik á seg, sigur Rógvi Thomsen.
Vit fingu ikki fatur á Hergeir Nielsen, áðrenn blaðið fór til pentingar