Superliga
Tað er heilt øðrvísi og nógv minni hugaligt at siga frá gongdini hjá Herfølge í ár, enn tað var fyri einum ári síðani. Fyri einum ári síðani tóku Jákup Mikkelsen og liðfelagarnar vikuskifti eftir vikuskifti allan tann danska fótbóltsheimin og meiri afturat av bóli. Í ár gongur minni væl, og sunnudagin varð tað enn eina ferð staðfest, at tað skal nógv til, áðrenn skútan verður bjargað.
Silkeborg er oddalið í superliguni, og tí var tað ikki óvæntað, at teir fóru úr Herfølge við øllum stigunum. Úrslitið var 2?0. Fyrra málið fingu teir beinleiðis upp á fríspark. Í sjónvarpinum tóktist tað, sum Jákup so at siga hevði fingið tak á bóltinum, sum kortini vór í málið:
? Eg helt, at eg hevði tak á støðuni. Aftaná iðri eg meg um, at eg ikki beindi bóltinum út um stólpan í staðin fyri at royna at halda honum, sigur Jákup Mikkelsen. Hann er altíð sera kritiskur við seg sjálvan, men ger ? sær sjálvum líkur ? einki burturúr, at hann beint undan málinum hevði eina kanón bjarging, tá ein royndi eg úr fimm metrum.
Seinna málið kundi føroyski landsliðsmálverjin ikki gera so nógv við. Tríggir verjuspælarar og tveir álopsspælarar vóru um bóltin, tá hann kom innfyri úr høgru. Tað tóktist sum um ein av verjuspælarunum skuldi beina bóltin burtur, men so kom ein av álopsmonnunum ímillum og økti til 2?0.
Skaðastova
Herfølge hevði fleiri málmøguleikar, men teir megnaðu ikki at fáa bóltin innum Peter Kjær, sum er annar av málverjunum í danska hópinum til landsdystin ímóti Kekkia leygardagin.
? Vit hava trupulleikar at umseta møguleikarnar til mál. At vit hava so nógvar spælarar á skaðalistanum ger ikki støðuna hugaligari, heldur Jákup Mikkelsen og sipar harvið til, at átta av spælarunum, sum í fjør vóru í 1. liðs hópinum, eru skaddir.
Støðan hjá Herfølge í botninum í superliguni gjørdist ikki betri av, at AGF, sum er annað av liðunum, ið Herfølge vónar at fáa aftur, vann fekk trý stig. AGF vann 1?0 á botnliðnum úr Haderslev, sum longu tykiast hava tikið patent upp á annað niðurflytingarplássið.
? Teir báðir næstu dystirnir verða sera týdningarmiklir fyri okkum. Fyrst skulu vit spæla á útivølli ímóti AB, og so fáa vit vitjan av Haderslev. Um vit skulu bjarga okkum, so mugu vit vinna báðar hesar dystirnar, heldur Jákup Mikkelsen, sum í summar fegin vil siga farvæl við eitt felag í superliguni.
AB spældi í gjárkvøldið á útivølli ímóti FCMidtjylland. Brøndby vann sunnudagin 3?1 á útivølli í Viborg. At Vibog tapti hevði við sær, at FCK legði seg undir liðina á teimum. Lyngby megnaði ikki meiri enn 0?0 á heimavølli ímóti AaB.
Komandi vikuskifi er HM undankapping á skránni kring alt Europa. Tá verður ikki spælt í superliguni. 21. umfarið verður annað vikuskifti.