Herfølge missir gott fólk

30 ára gamli Jens Madsen fór í fríggjadagin í venjingarlegu við griska felagnum, sum hann nú skal umboða, og møguleiki er fyri, at ársins spælari verður seldur til Onglands

Tað gongur ofta skjótt í fótbólti. Í Herfølge hava teir undan kappingarbyrjan sagt, at teir ætla sær at halda upp á alt fólkið, inntil teir ikki longur eru við í Europa Cup, men nú hava teir mist ein týdningarmiklan spælara, og tað eru møguleikar fyri, at teir ein av komandi døgunum fara at missa besta spælaran.

Hjá 30 ára gamla miðvallaranum, Jens Madsen, gjørdist gamli dreymurin at liva av at spæla fótbólt í útlandinum veruleiki fríggjadagin.

Steven Lüstü var í fjør kosin besti spælarin í superliguni. Verjuálitið hjá Herfølge var í næstsíðstu viku í Onglandi og royndarvandi. Enn er ikki greitt, um talan verður um sáttmála, men bæði Portsmouth og Ipswich eru áhugað í honum.


Lógu sjóvarfallið av sær

Týskvøldið í síðstu viku var Jens Madsen á Herfølge liðnum, sum tapti Super Cup ímóti Viborg. Mikudagin var hann í Grikkalandi og tingðist við umboð fyri Xanthi, sum fyrr í summar endaði á 11. plássi í bestu deildini, hósdagin segði hann farvæl við Jákup Mikkelsen og teir, og fríggjadagin fór hann til Italia, har nýggja felagið fyrireikar seg til nýggja kappingarárið.

Í Herfølge sita teir eftir við einari langari nøs og ongum pengum. Sáttmálin við Jens Madsen galt til 30. juni. Síðani tá hava teir ætlað at gjørt nýggjan sáttmála, men sambært spælaranum, so hevur felagið verið tøvandi. Nú var møguleiki at gera gamla dreymin um at spæla fótbólt í útlandinu til veruleika, og so fleyg frælsi fuglurin úr Herfølge. Fyri aðrar spælarar er nýggi møguleikin hjá Jens Madsen áminning um, at tað ber framvegis til at vinna nógvar pengar av fótbóltinum, sjálvt um fótbóltsaldurin kanska er farin at tyngja.

Jens Madsen er einasti danski spælarin, sum hevur verið danskur meistari fimm ferðir við trimum ymiskum feløgum. Hann hevur verið við til at vinna DM tríggjar ferðir við Brøndby, eina ferð við AaB og so vunnu hann og Jákup Mikkelsen DM við Herfølge fyrr í summar.


Framtíðin

Fríggjadagin var ikki greitt, um Steven Lüstü verður frammanfyri Jákup Mikkelsen komandi kappingarár, ella um hann fer at spæla í Onglandi.

Men tað er greitt, at um hann flytir, so fer Herfølge at fáa pengar fyri hann. Sambært formannin í Herfølge, Martin Juul, so er Portsmouth áhugað at rinda 5,5 milliónir krónur, og um talan verður um kappbjóðing við Ipswich, so kann hugsast, at upphæddin verður uppaftur størri. Men pengarnir kunnu ikki soleiðis beinanvegin tippa holið í verjuni frammanfyri Jákupi Mikkelsen. Teir skulu brúkast at finna ein nýggjan spælara, og um tað fer at bera til, áðrenn Herfølge fer at spæla í Europa Cup, er ein onnur søga.

Í annaðkvøld fer Herfølge í fyrstu royndina at vinna stig í nýggja kappingarárinum. Tá skulu teir spæla á heimavølli ímóti AaB. Í donskum fjølmiðlum hevur undan kappingarbyrjan verið gjørt ikki so lítið við at tippa um, hvussu liðini fara at standa seg.

Tað plagar at vera soleiðis, at Herfølge verður tippað millum niðurflytararnar, og at tað verður roknað við, at Brøndby verður meistari. Serfrøðingarnir tykjast hava lært eitt sindur av síðsta kappingarári. Teir tippa Herfølge at enda mitt í røðini. Teir tippa aftur í ár Brøndby at vera mest upplagda evnið til meistaraskapin. At leiðin hjá Brøndby ikki er púra bein móti meistaraskapinum, fekst fyrsta áminningin um longu leygardagin. Tá tapti Brøndby á heimavølli ímóti AGF.