Tað eru avbera ring koyrilíkindi kring landið í kvøld. Ikki bara er tað kolandi stormur allastaðni, við hvirlum, sum eru nógv harðari enn vanlig orkan er, men tað er eisini hált nógvastaðni.
Men Løgreglan boðar í kvøld frá, at mælt verður frá at koyra undir Gøtueiði og um Sandavágháls í nátt.
Tey siga, at takplátur hava rikist á landsvegnum Undir Gøtueiði, men tær eru ruddaðar burtur. Men sløkkiliðið mælir frá at koyra har í nátt.
Á Sandavágshálsi er nakað av bilaverju loysnað, so at tað liggur út á vegin, og tí mælir løgreglan eisini frá, at koyrt verður um Sandavágsháls í nátt, til tað verður boðað frá, at koyrandi er aftur.