Her varð felagið stovnað

Í sambandi við at hondbóltsfelagið Neistin fylti 75 ár í vikuni, stóð í tíðindaskrivi: Tað var leygardagin hin 21. mars í 1931, at gentur og dreingir komu saman í einum húsum í Magnus Heinasonargøtu í Havn at stovna hondbóltsfelagið Neistan.

 
Í føðingardagsritinum, sum kom út tá felagið fylti 50 ár, stendur at 21. mars 1931 komu fleiri ung saman í húsunum hjá Jakku hjá Pedda í Magnus Heinasonargøtu.
Tað eru hesi húsini á myndini í Magnus Heinasonargøtu 14.
 
Millum teir sum vóru við til at stovna Neistan vóru: Andreas Mouritsen, Helge Michelsen, Edel Djurhuus, Borghild Evensen, Anna á Lag, Sanna á Lag og fleiri.