Herálvur úr olju í fisk

Herálvur Joensen verður nýggjur aðalstjóri í Fiskimálaráðnum. Aðalstjórarnir, Kaj P. Mortensen og Sólja í Ólavstovu, verða ávikavist flutt á Løgmansskrivstovuna og í Fiskimálaráðið

Nú eru aðalráðini minkað úr níggju niður í seks. Hetta gjørdi løgmaður kunnugt týsdagin.
Broytingarnar vóru, at:

o Almannaráðið og Familju- og heilsumálaráðið eru løgd saman í eitt ráð, ið nevnist Almanna- og heilsumálaráðið
o Oljumálaráðið og Løgmálaráðið eru niðurløgd og Innlendismálaráðið sett á stovn

Aðalstjóri í Almanna- og heilsumálaráðnum verður Aibritt á Plógv, ið higartil hevur verið aðalstjóri í Familju- og heilsumálaráðnum.
Aðalstjórin í Almannamálaráðnum, Sólja í Ólavsstovu, verður flutt í starv sum deildarstjóri við ábyrgd fyri lógarmálum í Fiskimálaráðnum.
Aðalstjórin í Oljumálaráðnum, Herálvur Joensen, verður fluttur í starv sum aðalstjóri í Fiskimálaráðnum. Starvsfólkið í Oljumálaráðnum verða flutt til ávikavist Innlendismálaráðið og Vinnumálaráðið.
Verandi aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, Kaj P. Mortensen, verður fluttur í starv í Løgmansskrivstovuni, har hann skal virka sum serfrøðingur innan fiskivinnusamráðingar við onnur lond. Samstundis veður fyrisitingin av millumtjóða fiskirættindamálum flutt til Løgmansskrivstovuna.