Tað eru øðrvísi umstøður at koma inn á Skúlan á Fløtum í mun til tað, sum næmingar eru vanir við frammanundan.
Tað heldur Fríði, sum gongur í 9. ÍP á Skúlanum á Fløtum, og sum í dag slapp inn á nýggja skúlan fyri fyrstu ferð.
– Her eru øgiliga nógv fólk. Hetta er ein stórur og flottur skúli, eg eri ikki vanur við so stóran skúla, sigur Fríði.
Fríði kemur frá Venjingarskúlanum, og flokkur hansara, 9. ÍP, er samansettur ítróttarflokkur av hondbólts- og fótbóltsflokkunum, so tey hava síðan skúlaársbyrjan húsast í FSF húsunum.
Hóast Skúlin á Fløtum hevur stóra og stásiliga ítróttarhøll, fer ítróttarflokkurin kortini fyri tað mesta at vera í høllini á Hálsi.
– Hetta verður ein harpiksfríhøll, so vit kunnu bara venja styrkivenjing her. Annars fara vit at vera í høllini á Hálsi.
Nógv nýtt er at síggja á skúlanum, og dagurin í dag skal brúkast upp á at orientera seg við nýggju umstøðurnar.
– Vit ganga bara runt á skúlanum og hyggja eftir honum. Kekka hann út, so at siga, sigur Fríði.
Tað verður kortini ein stuttur inngangur til nýggja skúlan, tí 9. flokkur er í grundini í praktikk í løtuni. Næmingarnir høvdu fingið frí frá praktikkini í morgun, men í morgin verður aftur farið út á praktikkplássini.











