Her er nýggi stjórin í Hondbóltssambandinum

Andrass Thomsen er settur sum nýggjur stjóri í Hondbóltssambandi Føroya.

 

Hesum boðar Hondbóltssamband Føroyar frá í dag. 

 

Starvsnevndin hjá HSF viðmerkir, at fakligu førleikarnir og royndirnar hjá Andrassi hóska væl til tann starvsprofil, sum HSF hevur ynskt, har stjórin skal standa fyri umsiting og leiðslu í sambandinum.

 

Andrass er 36-ára gamal og búsitandi í Hoyvík. Andrass er útbúgvin løgfrøðingur og hevur m. a. áður starvast við ítróttaumsiting í Fótbóltssambandi Føroya og við løgfrøði hjá Ríkisumboðnum.

 

Andrass Thomsen tekur við starvinum eftir Hans Jón Thomsen og byrjar í starvinum 1. februar.