59 ára gamli Uwe Neuhaus er nýggjur venjari hjá Arminia Bielefeld og Jóan Símuni Edmundsson. Tað hevur felagið kunngjørt í dag, eftir at 50 ara gamli Jeff Saibene bleiv koyrdur í gjár.
Les eisini: Jóan Símun uttan venjara
Arminia Bielefeld fekk eina góða byrjan upp á kappingarárið í næstbestu deildini í Týsklandi, og var ósigrað í fyrstu sjey dystunum, men eftir níggju dystir á rað uttan sigur hevur venjaratoymið nú fingið sekkin.
Uwe Neuhaus hevur seinastu trý árini verið venjari hjá Dynamo Dresden. Frá 2007 til 2014 var hann venjari hjá Union Berlin. Tí er talan um ein royndan venjara, sum bara hevur havt tvey venjarastørv síðani 2007.
Føroyski landsliðsspælarin í Arminia Bielefeld, toftamaðurin Jóan Símun Edmundsson, hevur verið skaddur seinastu tíðina. Hann fekk nógva spælitíð, tá hann var tøkur hjá nú frákoyrda Jeff Saibene, sum er úr Luksemborg. Nú er at vóna, at Jóan Símun Edmundsson skjótt verður klárur aftur.










