Her er føroyski X Factor luttakarin

Føroyska ískoytið í donsku X Factor kappingini í ár er 15 ára gomul genta, sum er búsitandi í Danmark

X Factor sangkappingin í Danmark er nú farin í gongd aftur. Seinastu vikurnar hevur Danmarks Radio sent undansendingarnar, har funnið verður fram til teir 9 luttakararnar í live-sendingunum, sum byrja nú fríggjakvøldið.

Føroyingar hava gjøgnum árini verið millum profilarnar í X Factor kappingini í Danmark, og aftur í ár er føroysk umboðan í kappingini.

Tað er 15 ára gamla Jasmin Dahl, sum er annar sangarin í bólkinum Anthony Jasmin.

Í sendingini Rás2 Seinnapartur, sum verður send á Rás2 frá kl. 13.00 í dag, ber til at hoyra samrøðu við Jasmin.