Her blívur B36 føroyameistari

Video: Her ber til at síggja málini, ið gjørdu B36 til føroyameistarar fyri tíggjundu ferð

B36 vann í gjár FM heitið í føroyskum mansfótbólti, tá teir í næstseinasta umfarinum vunnu 3-1 á B68. Sigurin merkir, at B36 er fýra stig frammanfyri HB undan seinasta umfarinum. Sostatt er greitt, at B36 er FM vinnari 2014.

 

Til ber at síggja samandrátt frá dystinum við at trýsta HER (www.kvf.fo)

 

B68 kom annars á odda longu aftaná ein minutt, tá Ibrahima Camara sendi bóltin í málið við hegnisligum skoti. B36 svaraði aftur fyri hálvleik við málum frá Adeshina Lawal og Alex Mellemgaard.

 

Í seinna hálvleiki staðfesti Klæmint Matras sigurin við máli til 3-1, eftir hornaspark.