Herða nú ávaringarnar um at ferðast til fleiri lond í Evropa

Myndugleikarnir herða nú ávaringar í sambandi við corona-virus

Í dag hava myndugleikarnir hert ávaringarnar ómóti at ferðast í fleiri londum í Evropa. Danska heilsustýrið sigur, at nú skulu tey, sum ferðast til Frakland, Eysturríki, Týsklands og Spania, vísa serliga stórt varsemi, og tey, sum ferðast til Niðurlond skulu vera varin.

Tey siga, at fólk skulu alla tíðina hava sína egnu trygd í huga og at fylgja teimum tilmælum, myndugleikarnir í hesum londunum koma við.

Alsamt fleiri verða smittað við corona í Evropa og frammanundan verður mælt frá at ferðast í Norðuritalia, har fýra landspartar eru serliga hart raktir.

Í Týsklandi vaks talið á smittaðum rættiliga nógv hetta síðsta samdøgurið og boðað er frá, at yvir 100 fólk eru smittað hetta síðsta samdøgrið. Sostatt eru næstan 350 fólk smittað í Týsklandi.

Í Fraklandi eru yvir 400 fólk smittað og sjey eru deyð og har eru fleiri tiltøk sett í verk. Eitt nú er bannað at hava innanduratiltøk, har fleiri enn 5.000 fólk eru savnað og fleiri almennir stovnar eru stongdir.