Óheppin kossur

Teir víðgongdu í Iran eru í øðini inn á Mahmoud Ahmadinejad, forseta, tí hann kysti sína gomlu lærarinnu á annað handabakið. Tað hendi fyrradagin, tá iransku myndugleikarnir skipaðu fyri einum serligum degi fyri landsins lærarar. Tey víðgongdu bløðini í Iran skriva, at forsetin breyt sharialógirnar, sum greitt siga, at ein maður kann bara kyssa kvinnur, sum hann er í ætt við. Eitt av bløðunum sigur forsetan hava brotið landsins átrúnaðarligu virði, og at slíkt hevur eingin iranskur leiðari gjørt, síðani shahurin bleiv rikin av landinum.