Arbeiðsmarknaður
? Tað er óheppið at kroysta eina nýggja skipan niðuryvir partarnar á arbeiðsmarknaðinum, sum teir ikki taka undir við.
Tað heldur Lisbeth Petersen, forkvinna í sambandsflokkinum um uppskotið hjá Bjarna Djurholm at gera eina nýggja skipan fyri arbeiðsmarknaðin.
Eisini sambandsflokkurin er í andstøðu og vit hava spurt Lisbeth Petersen, hvørja støðu, flokkurin hevur til uppskotið hjá landsstýrismanninum í vinnumálum.
Hon sigur, at flokkurin er ikki liðugur at viðgera tað og tí er tað avmarkað, hvat hon fær sagt.
Men henni dámar lítið, at ein nýggj skipan verður sett í verk, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum ikki taka undir við.
? Men tað er eisini ein spurningur, hvat vit gera, vísir tað seg, at tað ikki ber til at koma nakran veg við samráðingum við partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Tað átti kortini at borið til at komið á mál við samráðingum, heldur hon.
Og tað er í hvussu so er eitt í uppskotinum hjá Bjarna Djurholm, sum hon heldur ikki er so galið og tað er, at limirnir í fakfeløgunum skulu hava rætt til at atkvøða um semingsuppskot á frumatkvøðu.
Kortini heldur sambandsflokkurin, at uppskotið frá Bjarna Djurholm er ikki nóg gott og tí eiga broytingar at verða gjørdar.
Men av tí, at flokkurin ikki er liðugur at viðgera uppskotið, vil hon ikki viðgerða smálutir í tí.
?Vit ætla eisini at kanna eftir, hvat liggur í uppskotunum, sum áður hava verið frammi um tað sama fyri at vita, hvat tað er, sum fakfeløgini ikki vilja góðtaka og at samanbera tað við tað, sum nú liggur frammi, sigur hon.
Les eisini viðmerking frá Jóannes Eidesgaard, formanni í javnaðarflokkinum, aðrastaðni í blaðnum.