Henry Olsen úr Bragdinum setti nýtt føroyskt rutumet, tá hann sunnudagin 5. september rann hálvt marathon í Tórshavn Marathon, har hann var fremsti føroyingur á mál.
Tíðin hjá Henry var 1 tími 21 minuttir og 48 sekund, sum má sigast at vera ein góð tíð, tá hugsað verður um strævnu brekkurnar á Sandvíkarhjalla og Hvítanesi. Henry skal seinni í hesum mánaðinum luttaka í einum av heimsins størsta marathon, sum verður í Berlin.