Henry ræðist Føroyar

Franski álopsspælarin Thierry Henry viðgongur, at hann umhugsar at gevast á franska landsliðnum eftir EM-endaspælið í summar. Onkur av brúkarunum av heimasíðuni nym.fo vil verða við, at tað kanska er orsaka av flogferðini til Føroya í fjør, tá ið franska landsliðið fekk ein harðliga lending. Frakland skal aftur til Føroya at spæla í næstu undankapping, og tað hevur kanska fingið Henry at umhugsa at gevast á landsliðnum.