Tórshavnar Havn umhugsasr at kæralandsstýrismannin fyri landsstýrismálanevndini um bíðirúmið í Nólsoy, sigur Bogi Andreasen, formaður í vinnunevndini í Tórshavnar kommuu.
- Tórshavnar havn hevur havt eina greiða avtalu um bíðirúmið í Nólsoy. Tórshavnar havn bygdi í síni tíð bíðirúmið og gjørdi eina leiguavtalu við Strandferðsluna. Sambært løgtingslóg um fólka- og farmaflutning hevur tað almenna skyldu at veita nøktandi flutningsskyldu, sum eisini umfatar farleiðina millum Nólsoy og Havnina, skrivar Bogi Andreasen.
Ósemja hevur tikið seg upp, hvør skal gjalda, og Strandfararskip Landsins hava sagt leigusáttmálan upp. Hetta førdi til, at bíðirúmið í Nólsoy bleiv stongt.
- Men nólsoyingar skulu ikki vera við sviðusoð. Tórshavnar havn tryggjar, at bíðirúmið verður latið upp fyri nólsoyingum, sum ikki skulu kenna sviðan av, at landsstýrismaðurin ikki yvirheldur sínar skyldur, skrivar býráðslimurin. Talan er um eitt árligt gjald á 16.000 krónur.
- Men tað prinsipiella í málinum endar ikki her, tí samstundis fara vit undir eina tilgongd at kanna embætisførðsluna hjá landstýrismanninum, serliga um hann yvirheldur sínar skyldur um ábyrgd landsstýrismanna. Í tí sambandi verður landsstýrismaðurin møguliga kærdur fyri landsstýrismálanevndini, sigur Bogi Andreasen.