Hendur ið sleptu

Í blaðnum í dag er grein nr. 50 í røðini Hendur ið Sleptu. Í hesum sambandi kann vera hóskandi at gera eina eftirmeting

Grein nr. 50

 

Fyri umleið einum ári síðani fekk Kári Mikkelsen á Sosialinum hugskotið at gera eina røð, har fólkini undir grav­steinunum í gamla kirkjugarði vórðu lýst í stuttum greinum. Hann helt, at hetta kundi vera nakað fyri meg. Tað kundi eg royna. Eri sjálvur granni hjá kirkjugarðinum og hevði vitjað nakrar ferðir inn hagar. Fleiri av nøvn­unum vóru eisini kend.

Síðan varð umrøtt á Sosialinum, hvussu røðin skuldu kallast, og úrslitið varð »Hendur ið Sleptu«, sum eisini kann sigast at vera rættuliga rámandi. Hetta var eisini ein viður­kenning til tey, sum farin eru.

Henda røðin gjørdist sera væl umtókt millum fólk. Tey flestu hava gingið framvið kirkjugarðinum uttan at varnast, at innanfyri hann er hópur av søgu, kanska eisini hjá teimum sjálvum. Greina­røðin hevur tískil skapað ein heilt serligan áhuga fyri kirkjugarðin.

Mannagongdin er, at hvør grein hevur eina mynd av lýsta gravsteininum. Aftur­at hesum er eisini mynd av tí ella teimum, sum liggja í grøvini. Tað letur seg nær­um altíð gera at fáa slíkar myndir. Síðan kunnu vera einar tvær myndir afturat, sum kunnu vera viðkomandi fyri greinina.

Tað avgerandi er at finna ein tekst, sum lýsir lívið hjá tí, sum verður lýstur. Hetta hevur gingið stak væl. Tað finnast prentaðir tekstir, sum kunnu nýtast. Síðan eru tað óprentaðir tekstir. Fólk hava verið sera beina­som at lata meg brúka tilfar, sum tey hava liggjandi.

Avgerandi er eisini per­sónligar frásagnir, har fólk eisini hava verið sera beina­som at siga frá tí, sum tey vita um teirra avvarðandi.

Breið lýsing av fólki

Úrslitið er er ein hópur av áhugaverdum lívslýsingar. Hesar 50 greinirnar umfata nógv fleiri enn 50 steinar. Ofta hava fleiri steinar verið umrøddir í somu grein. Tey fólk, sum eru umrødd, eru uppaftur fleiri, tí tað eru upp til seks nøvn á einum gravsteini.

Sum høvuðsreglu kann sigast, at tey lýstu fólkini eru fødd í 19. øld og eru deyð í 20. øld. Tískil er hetta søgan hjá fólkinum í Havn hetta tíðarskeið.

Rekkifylgjan í hesum lýsingum hevur verið heilt tilvildarlig. Roynt hevur tó verið ikki at hava fleiri greinir um somu ætt hvør eftir aðra.

Tískil hevur verið talan um eina heilt breiða lýsing av fólki í Havn umrødda tíðarskeið. Tað hava verið kend fólk, men sanniliga eisini nógv, sum ikki eru so kend í dag, men sum kortini høvdu sín týdningarmesta leiklut í samfelagnum.

Restorffættin er nógv umrødd. Men ikki øll teirra eru so kend. Arbeiðskonan hjá teimum gjøgnum eitt heilt lív, Ebba Anthoniussen úr Hvalvík, hevur eisini verið umrødd og hevur eis­ini sína áhugaverda søgu.

Her eru nógvar spennandi lagnur. Ein teirra er Daniel J. Danielsen, sum 1901-1903 var trúboðari í Congo. Um­­røðan førdi til eitt gran­sk­­ing­ararbeiði, sum gav til­far til átta áhugaverdar Miðvikur.

Ofta er tað so at meira, ið verður arbeitt við einum máli, tess meira kemur und­an kavi. Tá ið røðin byrj­aði helt eg, at kanska var tilfar til 20-30 frásagnir. Nú eru tær so 50, og tilfar er til meira enn 50 afturat.

Eg verði dagliga spurdur, um ætlanin ikki er at geva hetta tilfar út í bók. Tað kundi kanska verið eitt hugs­­skot. Men fyribils er mál­­ið at koma uppá 100 frá­sagnir, og tá kann tað ger­ast ein trivalig bók, sum eisini kemur at vera við­komandi hjá heilt nógvum fólki.

Assistens kirkjugarður

Assistens kirkjugarðurin á Nørrebro í Keypmannahavn var eins og gamli kirkju­garð­ur í Havn lagdur uttan­fyri táverandi býin. Hetta var í 1760

Her eru grivin umleið 250.000 fólk. Gjørdur er ein faldari, har avmerktar eru 100 gravir hjá kendum dønum sum H. C. Andersen og Søren Kierkegaard.

Gamli kirkjugarður í Havn er frá 1782. Her eru grivin umleið 3.000 fólk. Men her kunnu vísast á fleiri enn 100 gravstøð við eini serligari søgu. So nógva meira viðkoma før­oyingar hvørjum øðrum enn danir.

Hetta arbeiðið hevur verið sera hugaligt, tí so nógv eru fegin um tað. Fekk ein dagin kortini eitt serligt upplivilsi, sum vísir, at hetta eisini hevur áhuga uttanfyri landoddarnar. Møti einum fremmandum manni uttanfyri kirkjugarðin ein dagin. Hann hyggur uppá meg og sigur: ”Jeg har en artikel, som du har skrevet!” Hetta var ein dani. Tá vísti tað seg, at kona hansara var ættað frá einum beiggja Jens Olsen, sum hevur verið umrøddur í hesi røð saman við konu síni Petru. Hesa grein hevði hann lisið. Hetta førdi til eitt longri prát, har eg fekk ljósprent av gomlum postkortum, sum Jens í síni tíð hevur sent ættini hjá sær í Danmark.

Hvat kommunan kann gera?

Kirkjugarðurin er eitt prýði í dag. Helgi í Brekkunum hevur undir hond at halda kirkjugarðin við líka. Hetta dugur hann væl.

Men her kann gerast nakað meira. Tað eru steinar, sum eru niðurdotnir. Her eigur býráðið at taka stig til at fáa hesar steinar reistar upp aftur. Í hvussu er onkur av hesum steinum er søguligur sum tann hjá ”jomfruerne Effersøe”.

Býráðið kundi eisini teknað kirkjugarðin upp við numrum fyri teimum grøvum, sum hava stein. Á hendan hátt kundi lættliga verið gjørd ein skráseting av hesum gravum. Tær kundu so fingið eina tilvísing til ta bók við hesum frásagnum, sum kanska kemur.

Protokollin við nøvnini á teimum grivnu skuldi verið avskrivað og lagt á eina alnót. Hon gongur aftur til 1869 og hevur 2.000 nøvn. Hetta vildi verið av áhuga hjá mongum. Her vildu fleiri funnið fram til ætt, sum tey ikki hava vitað um. Sjálvur havi eg funnið fram til eina ommusystir, sum er deyð eitt ára gomul, og sum ættin ikki kendi.

Tað kundi eisini verið eitt hugskot um skipað varð fyri túrum í kirkjugarðinum. Hetta verður eisini gjørt á Assistens kirkjugarðinum, og har er tað ókeypis. Hetta kundi eisini verið ein góð og ítøkilig søgukunning hjá skúlabørnum.

Okkara lesarar kunnu gleða seg til nógvar áhugaverdar greinir afturat úr kirkjugarðinum.

Tað eru fleiri av Restorffættini eftir at skriva um. Ein søgulig grøv frá 1873 er hjá Marie Louise Hammershaimb, systir V. U. Hammershaimb. Síðan er tað Faktorin í Klaksvík, sum var ættaður úr Havn. Hann liggur í eini røð við fimm grøvum av ættarfólki.

Aðrir søguligir persónar eru Enok Bærentsen, pápi føroyska amtmannin Christian Bærentsen. Undir liðuni á Enoki liggja tveir synir Christian, sum doyðu sum smádreingir. Hetta kann vera eitt gott høvi at skriva um Christian sjálvan.

Tað eru framvegis nógvir steinar i kirkjugarðinum, hvørs nøvn eg ikki kennist við. Fólk eru vælkomin at siga frá, um tey vita okkurt um hesi.

Tað kann eisini verða nevnt, at tað eru nokk so nógvir steinar, har innskrivtin er ring at lesa. Men her er stórur munur, tá ið sólin skínur beint niður á steinin. Tá er teksurin sera væl lesandi. Um onkur vil leita eftir eini grøv, eigur hetta at vera havt í huga.