Hendur & Hugflog farið í søguna?

Av fíggjarligum ávum verður framsýningin Hendur & Hugflog av ongum

Søluframsýningin fyri listhandverk og heimavirking, sum Føroya Heimavirkisfelag og Menningarstovan tóku stig til og stóðu fyri í fimm ár frá 1997 til 2001, skuldi eftir ætlan vera aftur í ár í Ítróttarhøllini á Hálsi, men av fíggjarligum ávum verður framsýningin av ongum í ár. Líkt er eisini til, at framsýningin við hesum er dottin niður fyri med alla. Hetta sigur nevndin fyri Hendur & Hugflog, ið er mannað av Jónhild Johannessen, Jórun Vang, Poulu Sørensen og Randi Vang, í tíðindaskrivi.
Á Hendur & Hugflog luttóku bæði leikfólkini innan heimavirking og listhandverkarar, sum hava handaverkið sum yrki - meira ella minni. Framsýningin kundi tí ikki bera seg fíggjarliga, men var tengd at stuðli, sum undanfarnu árini varð fingin frá nú niðurlagda grunninum til ídnaðarfremjandi endamál. Í ár varð umsókn send Vinnuframagrunninum um stuðul, men upphæddin, sum grunnurin játtaði, rakk ikki.
Fyrr í ár tók Menningarstovan seg burturúr framsýningini, og tí skuldi Føroya Heimavirkifelag einsamalt standa fyri framsýningini frameftir. Nýggja nevndin fyri Hendur & Hugflog hevur tí lagt eyka orku í at fyrireika tiltakið í ár, og tað er tí heldur snópisligt at skula avlýsa nú. Nevndin harmast eisini, at hetta verður gjørt so seint, tí tey eru nógv, sum hava fyrireika seg til at luttaka á framsýningini í ár.
Tað er eingin loyna, at bert fáir av mest framkomnu listhandverkarunum hildu Hendur & Hugflog vera framsýning, sum teir áttu at luttaka í. Hóast hetta gjørdist framsýningin eitt sera vælumtókt og fólksligt tiltak, sum í fjør hevði umleið 5000 vitjandi. Hetta man vera met fyri tiltøk av hesum slagi.
Í ár vóru tekin um, at fleiri av nevndu listhandverkarum fóru at luttaka, og at loysn møguliga fekst á tí trupulleikanum, at grundarlag er ikki undir so stórari framsýning sum Hendur & Hugflog, um tey framkomnu ikki vilja luttaka saman við leikfólkinum. Við avlýsingini er endaliga ásannað, at framhaldandi grundarlag er ikki undir tiltaki við stødd og breidd sum Hendur & Hugflog.
Vit eiga tó ikki at missa mótið. Søluframsýningin Hendur & Hugflog vísti, at bæði einstaklingurin og handaverkið sum heild mennist í tílíkum beinleiðis sambandi við keypararnar, ið eru veruligu dómararnir hjá framleiðaranum og sølufólkinum.
Nevndin umhugsar tí nú, hvat skal koma í staðin fyri Hendur & Hugflog. Tað er vist, at tað verður minni tiltak, men óvist um tað verður í ár ella næsta ár. Væntandi verður tá brúk fyri Vinnuframagrunninum, ið eigur at rokna við, at hann eisini eigur ein leiklut í menningin av handaverkinum frameftir.