Veðrið spælir nógv inn, tá summarstevnur eru, og soleiðis var eisini seinasta vikuskifti, tá fleiri tiltøk vóru á skránni, eitt nú regattasigling í Sundalagnum, sjómannadagur í Klaksvík - og ovastevna í Nólsoy.
Leygardagurin var einki serligur til veður. Stundum regnaði illa, og lotið var frískligt. Tað mesta var farið av seinnapartinum leygardagin og partvís kvøldinum við, áðrenn tað sleit í, og vit fingu so nøkulunda stevnuveður.
Nógv færri
Jens Petur Brattalíð á Strandfaraskipum Landsins sigur, at ferðaætlaninin hjá Ternuni var júst hin sama á ovastevnu í ár sum á ovastevnu í fjør.
- Men, vit høvdu nógv færri ferðandi við í ár.
Hann vísir á, at samlaða talið av fólki, sum Ternan á ovastevnu flutti um Nólsoyarfjørð - báðar vegir - var 2.733 í ár í mun til heili 5.325 á ovastevnu í fjør.
- Hetta er ein minking, sum svarar til út við eina helvt, leggur hann aftrat.
Onkuntíð full
Jens Petur Brattalíð sigur, at Ternan, sum tekur 294 ferðafólk, kortini var full á onkrum túri.
- Tað var serliga rundan um midnáttarleitið leygarkvøldið, at fólk fóru út um fjørðin. Tá náttin leið, og fólk ætlaðu sær innaftur, var skipið aftur fult á onkrum túri, sigur hann.