Helvtin av politikarunum fer frá

Miðlahúsið hevur hugt at, hvussu politikarar í hinum grannalondunum gera, tá teir verða tiknir fyri rúsdrekkakoyring

Miðlahúsið hevur hugt at, hvussu politikarar í grannalondum okkara gera, tá teir verða tiknir fyri rúsdrekkakoyring.

 

Eftir øllum at døma hendir hetta javnan og alt ov ofta, men tað er sera ymiskt, hvørjar avleiðingar tað fær fyri teirra politisku yrkisleið.

 

Yvirhøvur letur til, at tað er upp til politikaran sjálvan at gera av, um hendingin skal fáa nakrar politiskar avleiðingar.

 

Les eisini: Løgtingsmaður tikin fyri rúsdrekkakoyring

 

Av teimum tíggju førunum, sum vit hava leita okkum fram til í grannalondum okkara seinastu 20 árini, hevur tað ongantíð verið floksstjórnin, sum tók avgerð í málinum. Eina ferð hevur valbærisnevndin avgjørt, at viðkomandi ikki longur var valbærur og tí mátti hesin danski kommunupolitikarin leggja frá sær.

 

Ein svenskur ráðharri, Aida Hadzialic, legði í 2016 frá sær tveir dagar eftir, at hon var tikin fyri rúsdrekkakoyring við brúnna um Eystrasalt. Hon hevði 0,2 í promillu.

 

Hans Engel fór í 1997 frá sum formaður í konservativa flokkinum í Danmark, aftan á at hann í fyllskapi hevði koyrt bil og rent á ein betongkassa.

 

Tveir býráðslimir, ein í Aabenraa, ein í Helsingør, valdu at fara úr býráðnum, eftir at tey vóru tikin fyri rúsdrekkakoyring.

 

Í Noregi valdi formaðurin í FrP, Siv Jensen, at verja ein stórtingspolitikara hjá flokkinum, sum var tikin fyri rúsdrekkakoyring. Sambært norska TV2 segði hon, at í hennara verð var stórur munur á at koyra við kenning og so at koyra bil dagin eftir, at ein hevði drukkið, sum hesin maðurin segði seg hava gjørt. Hann hevði tó framvegis 0,6 í promillu, tá hann bleiv steðgaður.

 

Ein fólkatingslimur fór í farloyvi úr Fólkatinginum fyri at fara í rúsdrekkaviðgerð, men fór aftur í Fólkatingið, tá viðgerðin var liðug.

 

Tríggir aðrir politikarar, í Svøríki og í Noregi, valdu ikki at lata rúsdrekkakoyringina ávirka teirra politiska yrki og hildu fram í sínum álitissessum.