Bretska the Telegraph skrivar, at Colat við at halda ondini í 19 minuttir og 19 sekund hevur lagt 19 sekund afturat gamla heimsmetinum, sum italski Nicola Putignano átti.
Undan royndini fekk Colat loyvi at anda reint súrevni í 10 minuttir, og fyrstu 12 minuttirnar hevði hann als ongar trupulleikar.
- Tað var ikki fyrr enn eftir hetta, at eg kendi nakran tørv á at anda. Men so gjørdist tørvurin bara sterkari og sterkari, segði nýggi meteigarin.