TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás2 við føroyska landsliðsmálverjan og 30 ára føðingardagsbarnið, Gunnar Nielsen aftaná 2-0 sigurin hjá føroyska landsliðnum á Lettlandi á Skonto leikvøllinum í Riga í gjárakvøldið.
Tróndur Arge segði á Rás2, at hann kennir Gunnnar væl, og at hann kann vera rættiliga barnsligur. Hann spurdi Gunnar, um hann ætlær sær at blíva vaksin nú hann er vorðin 30.
- Beint nú føli eg meg sum eitt barn. Eg havi hug at skrála og gráta. Hetta er bara so fantastiskt. Tvey ‘clean sheets’, eg veit ikki hvat hendur, men hetta er ein feit kensla, segði hann áðrenn hann fór at tosa um dystargongdina.
- Fyrri hálvleikur gekk væl. Tað er so umráðandi at halda fast upp á bóltin í dystum sum hesum, av tí at tað tekur nógv av trýstinum. Vit vistu, at vit kundu koma undir eitt trýst í seinna hálvleiki, og tað komu vit eisini. So fáa vit brádliga møguleikan og Jóan Símun vísir heimsklassa. Eg kenni hatta sum málverji – teir flestu smekka bara til, men hatta var bara heimsklassi, segði Gunnar.
Tað letur til at gerast styttri ímillum tey góðu føroysku úrslitini, og Gunnar viðgongur eisini, at hesin sigurin ikki fekk teir í hópinum at gerast púra villir av gleði.
- Vit hava feiðrað tað í skiftirúminum, men einki garrvilt. Vit vita, at vit kunnu spæla upp ímóti teimum flestu londunum, segði Gunnar, sum nú sigur seg ætla at hvíla og hyggja at einari sjónvarpsseriu saman við Jónasi Tór Næs, sum teir báðir nýliga eru byrjaðir uppá.