Samferðsla
Gongst sum ætlað hjá Sámal Peturi í Grund og hansara fólkum, sum arbeiða við at fáa eina nýggja farleið í lag millum Skálafjørðin og Sund, kunnu vit vænta, at fyrsti túrurin verður sigldur um einar tveir mánaðir ella so.
Sámal Petur sigur, at felagið, Sjótek, hevur verið í Noregi og hugt at ferjuni, sum stigtakararnir ætla at keypa.
- Fyrstu útmeldingarnar hjá Sjótek um ferjuna eru ógvuliga positivar, og vit rokna við, at frágreiðingin fyriliggur seinni í hesi vikuni, sigur Sámal Petur.
Í fjør heyst vóru stigtakararnir í Noregi og hugdu at ferjuni, og nú hevur so Sjótek, ið eru skipakønir, eisini verið har yviri.
- Hetta er ein ávís ferja, sum í løtuni er í drift. Hon siglir millum Norodden og Sørodden, norðanfyri Bergen. Felagið, sum eigur ferjuna, hevur eina aðra, sum liggur tøk, og tí kunnu teir selja hesa, sigur Sámal Petur.
Um 2 mánaðir
Gongst alt væl, vónar hann, at nýggja farleiðin millum
Skálafjørðin og Sund kann fara av bakkastokki um einar tveir mánaðir ella so.
- Men hetta avhongur so eisini av, hvørji krøv Skipasýnið fer at seta, sigur Sámal Petur í Grund.
Ætlaða ferjan tekur fleiri enn 80 vanligar persónbilar ? ella 6
trailarar og 50 persónbilar samstundis.










