Helst økt samstarv millum Føroyar og Noreg

-Higartil hevur oljuvirksemið við Føroyar mest ment samstarvið við Skotland. Men stjórin í Atlantsflogi ivast ikki í, at avgerðin hjá Statoil at flyta sítt Føroyakontór úr London til Stavanger fer at skunda undir samvinnuna og samskiftið við norska oljustaðin

Samstarv og olja

Nú nógv oljufólk og journalistar úr allari verðini hittast í Stavanger koma tey flestu við flogfari. Sosialurin hevur tosað við nøkur teirra, sum eru rættiliga kløkk at hoyra, at tað verður flogið beinleiðis millum Føroyar og Stavanger. Ein av myndamonnunum hjá Stavanger Aftenblad spyr, hví tað verður dult sum mansmorð, at Atlantic Airways hevur eina rutu millum Føroyar og Stavanger. Hann sigur, at mong fólk kenna ikki hesa rutuna og skulu tey fara til Føroya fara tey antin um Keypmannahavn ella til Bergern og víðari við Norrønu. Tey vita einki um hesa nýggju rutuna sigur myndamaðurin á norska blaðnum, sum sjálvur hevur verið í Føroyum uttan at hava hoyrt um rutuna.

Vit hava spurt Magna Arge, stjóra í Atlantsflog, um teir gera ov lítið við at upplýsa um hesa rutuna!

Hann sigur, at tað er avmarkað, hvussu stór átøk ein kann gera, tá man hevur so avmarkaða flúgving sum hesa. Í ár er hon avmarkað til bert einar 12 flogferðir í summar. Tað hevur víst seg at vera rættiliga tungt at koma ígjøgnum í Norra. Tey hava brúkt rættiliga fittar upphæddir til hetta í fjør og fyrraárið uttan at tað gav nakað serligt úrslit, men síðani tey fóru at flúgva uppá Oslo eisini tvs. eina rutu beinleiðis til Oslo leygardag og umvegis Stavanger til Oslo mikudag er ferðslan vaksin munandi. Magni Arge sigur víðari, at tað er so stór spjaðing í trafikkinum í Norra, har Oslo er so stórt knútapunkt, at fólk hava størri nyttu at flúgva til Oslo enn til Stavanger. -Vit hava fingið nokk so gott mót út frá tølunum fyri Osloflúgvingina. Vit fara í hvussu er at halda fram við tí sama vit hava. Tað kundi møguliga verið, at flúgvingin uppá Oslo fevndi um eitt longri tíðarskeið. Hon byrjaði sum er miðjan juni og endaði umleið 1. september.

Stjórin í Atlantsflogi, sum eisini er formaður í Oljuvinnufelagnum undir Vinnuhúsinum heldur, Stavanger verður bara áhugaverdur at flúgva til, um eitt samstarv innan oljuvinnu tekur seg upp millum Stavanger og Føroyar eins og millum Føroyar og Aberdeen. Tað hevur verið nógv meira samstarv millum Aberdeen og Føroyar enn millum Føroyar og Stavanger, og tað er helst eisini orsøkin til, at nógv meiri ferðsla er tann vegin. Operatiónirnar í Føroyum í sambandi við oljuleitingina hava í størri mun verið avgreiddar og stýrdar úr Aberdeen, og tí verður tað eitt størri trafikknútapunkt.

Ein av høvuðsorsøkunum er tann, at Statoil valdi í síni tíð at leggja Føroyaøkið undir Londonkontórið heldur enn til Stavanger.

Magni Arge heldur, at nú Statoil hevur avgjørt at flyta sítt Føroyavirksemi úr London til Stavanger, kann tað koma at broyta ymiskt. -Hyggja vit mentanarliga at hesum, so liggur tað eitt sindur lættari hjá okkum at fáast við norðbúgvar enn við bretar. Eitt nú er tað málið, og man skilur eisini betri umstøðurnar hjá hvørjum øðrum. Tí er tað náttúrligt, at tað mennist eitt samstarv í størri mun millum Føroyar og Norra enn tað hevur verið.

Men tað er í løtuni eisini ein spurningur um, at norðmenn hava nokk at gera og hyggja til sín sjálvs í hesum tíðum, meðan bretar hava verið meira svangir, nú oljuvirksemi í bretskum øki er fallandi. Harafturímóti hevur virksemi í Norra verið á rímuliga hægri støði.

Magni Arge ivast tí ikki í, at avgerðin hjá Statoil at flyta sítt Føroyakontór úr London til Stavanger fer at hava við sær, at betra um grundarlagið fyri øktari samvinnu millum Føroyar og Noreg.