Tjóðveldið eigur rós uppiborið. Tað heldur Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin. Hann vísir á fráboðanina hjá Tór Marna Weihe, sum er limur í leiðsluni í Tjóðveldi, og valevni hjá flokkinm, her á in.fo í gjár. Har staðfesti hann, at Tjóðveldi eigur ikki at fara í samgongu við Fólkaflokkin. Hann sigur enntá, at hann vil heldur halda fram við núverandi heimastýrið, enn at seta Fólkaflokkin í landsstýrið.
Les eisini: Tjóðveldi útihýsir fullveldissamgongu
- Hetta eru nýggir tónar úr ovastu leiðslu fyri Tjóðveldi og hetta er sera áhugavert fyri okkum í Sambandsflokkinum, sigur Helgi Abrahamsen.
- Tað er ikki á hvørjum degi, at Tjóðveldi almannakunngerð, at okkurt í teirra hugaheimi er verri enn heimastýri, og tað er heldur ikki á hvørjum degi, at tey alment taka frástøðu frá eini fullveldissamgongu, sigur Helgi Abrahamsen. - Men rós til teirra fyri tað, leggur hann afturat.
Javnaðarflokkurin hevur áður avsagt Fólkaflokkin av hugsjónarligum orsøkum. Men orsøkin til at Tjóðveldi ikki vil vita av Fólkaflokkinum, er fiskivinnupolitikkurin.
Les eisini: Hetta kunnu vit ikki bjóða fólki
Hinvegin vísir Helgi Abrahamsen á, at nú verður arbeitt við eini fiskivinnunýskipan. - Vónandi eru vit komin á mál við hesum arbeiðinum um stutta tíð. Men fáa vit harafturat sum hjáveiði, at Tjóðveldi ikki vil í eina fullveldissamgongu, er nógv vunnið, sigur hann.
|