Helena bjargaði Neistanum

Neistin-StÍF 25-23 (14-10):
Tað var um reppið, at StÍF skapti eina veruliga sensatión í Havn, men tá mest stóð á, bjargaði Helena Dam Poulsen Neistanum við fleiri góðum bjargingum á rað

Hondbóltur ? kvinnur

Dysturin í Hálsi millum bestu kvinnuliðini hjá Neistanum og StÍF tóktist í mangar mátar at verða eins og so nógvir aðrir, tá talan er um botnlið, sum vitjað eitt av oddaliðunum.
Fáur mundi ivast í, at her var bert talan um avgreiðsluspurning hjá Neistanum, og hetta sást eisini aftur í fámentu áskoðarafjøldini. Tey fáu tandrini, sum vóru møtt við dystarbyrjan, stavaðu eina mest frá teimum, sum høvdu eitt hvørt arbeiði at gera í høllini.

Stríðsviljin sæst aftur
Fyrstu løtuna av dystinum var heldur ikki so nógv, sum bendi á, at Neistin skuldi hava nakrar stórvegis trupulleikar av dystinum. Tó at tær báðar útlendsku hjá StÍF gjørdu sítt, so dragnaði spakuliga millum liðini, uttan at Neistin tó á nakran hátt spílaði seg út.
At StÍF so eisini fekk kviku Annu Danielsen útvísta, tá hon fekk fatur í arminum hjá Mildrið Jacobsen í einum kontraálopi gjørdi so avgjørt ikki støðuna hjá gestunum betri.
StÍF hevur tó fleiri ferð á árinum sýnt ein framúr góðan stríðsvilja. Hóast yvirmaktin oftani hevur verið stór, so gevast tær ikki á hondum, og soleiðis var eisini hesa ferð.

Helena vaknaði
Neistin hevði eina fýra mála leiðslu í hálvleikinum, men í seinna hálvleiki fór brádliga at styttast. Álopsspælið hjá Neistanum er avgjørt ikki hitt skjótasta í landinum, og tí dúva tær í stóran mun á sterku verjuna. Hendan fekst tó ikki at rigga nóg væl í seinna hálvleiki, og tí gjørdist setningurin í verjupartinum munin lættari hjá StÍF. At Helena Dam Poulsen í neistamálinum so heldur ikki leikti upp til sítt vanliga høga støði viðførdi, at munurin var púrasta burtur, tá tíggju minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki.
Tær í Neistanum vóru alt annað enn álvuligar við støðuna, og hevði nakar orsøk at iðra seg eftir dystin, so vóru tað nevnliga gestirnir. Eftir at hava strítt seg upp á javnt, høvdu tær nevnliga fleiri góðar møguleikar at leggja seg framum við bæði einum og tveimum málum, men hetta eydnaðist tó ikki.
Fremsta orsøkin til hetta var, at Helena brádliga raknaði við úr dvala sínum. Tvær ferðir tók hon sær av brotskøstum, sum StÍF hevði fingið tillutað, og brádliga riggaði alt annað eisini. Hvørki gjøgnumbrotsroyndir ella skot frá bakkunum funnu vegin inn til meskarnar, og so kundi Neistin revsa við kontra-spæli. Trý mál á rað avgjørdu tað mesta av dystinum, og tó at StÍF so spakuliga aftur fekk glið á, so eydnaðist teimum ongan tíð at koma somikið nær, at spenningur aftur kom í dystin.

Silvurið hómast
Sum nevnt aðra staðni í blaðnum, so fekk Neistin eisini eina gávu úr Klaksvík sunnudagin, tá VB vann á Stjørnuni. Flestu viðhaldsfólkini hjá teimum bláu mundu helst hava avskrivað silvurmerkini eftir tapið í Klaksvík herfyri, men nú tykist Neistin brádliga vera best fyri í hesum. Verður sæð burtur frá dystunum móti VÍF, so hevur Neistin á pappírinum góðan møguleika at vinna tað, sum eftir er. Tær hava VB og Stjørnuna á heimavølli, meðan útidystirnir eru av lættara slagnum, og gevur alt hetta fulla úrtøku, so verður talan um silvur.
Hjá StÍF var dysturin hinvegin enn ein staðfesting av, at tær als ikki skulu roknast sum besta boðið til niðurflyting. Eftir eina vánaliga byrjan hevur liðið tikið seg fram í stórum, og tó at munurin til botnin bert er tvey stig, so er í løtuni lítið sum bendir á, at hesin munur fer at minka. Heldur øvugt.

Dysturin í tølum
Neistin-StÍF 25-23 (14-10(
Málskjúttar:
Neistin: Gunnleyg Berg 8(4), Mildrið Jacobsen 5, Birita Wardum 4(1), Katrin á Neystabø 4(1), Súna Mørk 3, Kára á Dunga 1
StÍF: Alina Olaru 12(2), Anna Maria Bertelsen 4, Ileana Manulescu 3(1), Poula D. Olsen 2, Anna B. Danielsen 1, Sunfríð B. Jacobsen 1
Brotskøst: Neistin 8, StÍF 5
Útvísingar: Neistin 4, StÍF 2
Diskvalifiakatión: StÍF 1 (beinleiðis reytt)
Dómarar úr Kyndli: Uni Wardum & Hannis Wardum. Høvdu ongar trupulleikar, tá leikferðin fyri tað mesta var hampuliga lág.