Læknin Pál Weihe er ivasamur um avgerðina at avtaka koronukanningar við markið frá 1. august at rokna. Tað merkir, at øll, sum koma til Føroya loftvegis ella sjóvegis eftir 31. juli ikki longur skulu lata seg kanna. Yvirskipaða metingin er, at tað er ráðiligt at sleppa hesum kravinum tá, tí tá standa vit á gáttini at røkka einum floksimmuniteti í Føroyum.
Pál Weihe heldur, at tað er heldur tíðliga at avtaka kanningarnar við markið.
– Skuldi eg gjørt tað, soleiðis sum eg haldi, hevði eg bíðað til endan av august við at avtaka koronukanningar við markið, sigur Pál Weihe við FM1.
Hann sigur, at Føroyar hava ikki fingið fullan floksimmunitet í byrjanini av august, og at tað framvegis eru umleið 10 prosent av eldra fólkinum, ið ikki eru koppsett enn.
Samrøðan kann hoyrast við at trýsta á pílin undir myndini.