Skattalætti
?Hetta er at halda arbeiðsfólk fyri tað turra spott.
Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, er bæði bersøgin og avgjørdur, tá ið hann skal siga sína meining um skattalættan, sum samgongan ætlar at seta í gildi.
Tað, sum hann sipar til, er, at eftir ætlanini hjá samgonguni, verður tað tær góðu inntøkurnar, sum fáa tann størsta skattalættan.
Hinvegin fær ein vanlig arbeiðaraløn lítið og onki í skattalætta.
? Hetta er sum at fáa ein vátan vøtt í andlitið, sigur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag.
Og við týðiligari tilvísing til javnaðarflokkin spyr hann, hvar arbeiðaravinirnir nú blivu av?
Men sostatt kann staðfestast, at longu fysta dagin hendan samgongan sat, kom hon upp á tvørs av einum parti av fakfelagsrørsluni....
Smalastu herðarnar bera tyngri byrðar
Hans Joensen heldur, at hesin skattalættin, sum nú er fráboðaður, samsvarar als ikki við slagorðini hjá javnaðarflokkinum um at tær breiðastu herðarnar skulu bera tær tyngstu byrðarnar.
?Her er tvørturímóti talan um, at leggja tyngri byrðar á tær smalastu herðarnar. Tey, sum dragsa vognin, mugu ikki hava meir fyri at dragsa.
Og Hans Joensen stúrir fyri, at hetta fer at hevna seg aftur við fleiri avgjøldum av ymsum slagi.
?Nú gjarar samgongan út við høgru hond til tey, sum frammanundan forvinna nógv. Men eg stýri fyri, at tá ið hon fer at taka avgjøld innaftur við vinstru hond, verða tað vit, sum koma at betala líka nógv sum hini. Og eitt vita vit og tað er, at avgjøld venda tann tunga endan niðureftir, tí ein høg inntøka hevur nógv betri ráð til at betala avgjøld enn ein lág inntøka.
Torpederar alt tos um lønarafturhald
Hans Joensen hevur verið heitur talsmaður fyri at fakfeløg og arbeiðsgevarar taka upp samráðingar við landsstýrið um at halda aftur við lønarkrøvum, afturfyri at fáa skattalætta.
? Verður hetta skattapolitikkurin hjá samgonguni, kann hon gloyma alt um samstarv við fakfeløgini, sigur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag.
? Verður hetta skattalættin hjá samgonguni, hevur hon við fríum vilja saboterað royndirnar og viljan hjá fakfeløgum til at gera sítt til at fáa samfelagsskútuna á beint aftur.
Hann sigur, at hann hevur onki ímóti, at fólk fáa skattalætta.
? Men tað, sum nýstovnaða samgongan nú er komin við, er heilt óhoyrt ímóti verkamannafjøldini, sigur Hans Joensen at enda.