Í tíðindaskrivi boðar City Church frá, at tey nú halda ein steðg við heitu máltíðunum, sum kirkjan hevur boðið barnafamiljum einaferð um vikuna, men at tátturin verður tikin uppaftur í heyst.
Á heysti 2015 var nógv tosað um smábarnafamiljur í fjølmiðlunum. Tosað varð eisini um smábarnafamiljur, sum ynsktu hjálp, og her var tað, at samkoman ynskti at vera við til at hjálpa.
Í Havn eru nógvir felagsskapir, sum hjálpa, og samkoman City Church ynskti eisini at gerast ein partur av hesum.
- Hetta, at lætta um hjá foreldrum við smáum børnum, halda vit vera nakað, sum Jesus ynskir, at vit skulu gera. Tankin var at geva smábarnafamiljum eina heita og góða máltíð hvørja viku. Eisini settu vit eitt borð upp við breyði og viðskera, har foreldur og børn kundu smyrja sær matpakka til dagin eftir, sigur samkomuleiðslan.
Byrjað var á heysti 2015, og var City Meal á skránni hvørt mikukvøld fram til jóla. Til seinasta tiltakið undan jólum hevði samkoman hugnaløtu, har dansað var um jólatræið, og øll børnini fingu jólagávur.
- City Meal varð tikið upp aftur eftir nýggjár, og vit hava havt City Meal hvørt mikukvøld síðani. Undirtøkan hevur verið góð, og fleiri barnafamiljur hava havt gleði av tiltakinum. Nú til páskir høvdu vit aftur eina serliga løtu, har øll børnini fingu føroysk páskaregg, sigur leiðslan.
- Samkoman ynskir at takka øllum, sum hava staðið saman við okkum, so vit kundu keypa barnafamiljunum tað besta. Eisini takka vit teimum, sum hava bakað, tey sum eru komin við ymsum viðskera, føroyskum eggum, laksi og nógvum øðrum. Nú verður so steðgur, men byrjað verður aftur eftir heystfrítíðina, skrivar leiðslan.










