Heitir á allan heimin um at mótmæla krígnum

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, heitir á fólk kring allan heim um at fara út á gøturnar hósdagin og vísa landi hansara sín stuðul.

- Russland roynir at vinna á frælsinum hjá øllum menniskjum í Evropa - og í øllum heiminum.

Í samband við, at tað nú eru fýra vikur síðan, at Russland leyp á Ukraina, heitir ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, á allan heimin um at mótmæla krígnum, sum Russland førir í Ukraina.

 

Tað er BBC News, sum ber hesi tíðindi í kvøld, og her verður víst til eina sjónbandatalu hjá ukrainska forsetanum, har hann sigur, at kríggið í Ukraina er ikki bara eitt kríggj ímóti Ukraina.

 

- Virknaðurin av hesum kríggi er so nógv størri enn tað, sigur Volodymyr Zelenskyj, sum vísir á, at Russland er byrjað eitt kríggj ímóti frælsinum.

 

Hann sigur, at Russland roynir at vinna á frælsinum hjá øllum menniskjum í Evropa - og í øllum heiminum.

 

- Teir royna at vísa, at ráur og harðrendur framferðarháttur gevur úrslit, sigur hann.

 

Volodymyr Zelenskyj heitir á fólk kring allan heim um at fara út á gøturnar og vísa Ukraina sín stuðul.

 

- Kom út á gøtuna við litunum hjá Ukraina fyri at stuðla frælsi og lívi. Ger tað sjónligt og lat tað hoyrast. Sig, at øll menniskju hava sín týdning - at frælsi og friður eisini hava týdning.

 

Ukrainski forsetin leggur aftrat, at fólk eru vælkomin at vísa, at Ukraina eisini hevur týdning fyri tey.

 

##med2##

 

 

 

- Russland roynir at vinna á frælsinum hjá øllum menniskjum í Evropa - og í øllum heiminum.

Vladimir Putin vildi ikki geva Volodymyr Zelenskyj og hansara fólki frið at liva í egnum landi.