Á Facebook-síðuni - Koltur - hevur Bjørn Patursson, fyristøðumaður, um dagarnar nakrar hugleiðingar um lunda, nátaegg og bjargarøkt, og saman við forvitnisligum eygleiðingum hevur hann eisini lagt út nakrar frálíkar bjargamyndir av vøkru náttúruni í oynni.
- Lundin tekur land seinast í apríl, tá hann ruddar sær holuna og snøggar sær reiður sítt í djúpari holu, har hann verpur eittans egg um hálvan mai. Á syftunsøku er pisan útkomin, og tá byrjar fleygatíðin, sum varir til út í august.
Bjørn Patursson vísir á, at umleið 20. mai hevur nátin vorpið, og tá er ikki óvanligt at taka sær eitt kók av nátaeggum frá teimum fuglum, sum reiðrast upp at lesningunum.
- Lundi og náti eiga sløddir í berginum kring oynna. Væl dámar nátanum turrar røkur og moldbakkar at reiðrast í. Nátin ger ikki nógv burtur úr reiðrinum, sum hann verjir sera væl.
Fyristøðumaðurin vísir á, at náti vanliga verpur eitt egg, tó hendingaferð tvey. Hann verjir seg móti ránsfugli og øðrum, sum nærkast reiðrinum við at spræna illa luktandi og tráa spýggju eftir óbodna gestinum.
- Fær fuglur eina slíka sprænu á seg, er hann deyðadømdur. Av tí sama tekur nátin nógv pláss í berginum, og teimum gomlu dámdi ikki, at nátin trokaði seg inn á lomvigarøkur og í lundalond.
Bjørn Patursson vísir á, at lundin grevur sær djúpar holur í svørðin ella finnur sær djúp glopur undir hellu, har hann verpur eitt hvítt egg.
- Í dag var fitt av náta at síggja, men heldur smávegis av lunda, sum fyri tað mesta sat á sjónum út fyri og annars var í holuni hjá egginum, leggur fyristøðumaðurin aftrat.