Í dag er altjóða Down Syndrom dagur. Í hesum sambandi vísir Javni á, at í 2009 samtykti Løgtingið at seta ST sáttmálan um rættindi hjá teimum ið bera brek í gildið í Føroyum. Endamálið við tí sáttmálanum er at tryggja at fólk ið bera brek, hava møguleika at taka lut í samfelagnum á jøvnum føti við øll onnur.
– Tíverri er veruleikin ein annar, tí tað vísir tað seg, at fólk við Down Syndrom, og fólk við breki annars, eru ikki ein nátúrligur partur í samfelagnum á jøvnum føti við øll onnur. Tey siga á heimasíðu síni, at tað er ilt at siga, hví tað framvegis er soleiður, nú vit skriva 2022. Men tey spyrja um ein orsøk kann vera eitt manglandi, felags forstáilsi fyri, hvat tað merkir, at fáa øll við sum ein natúrligan part av samfelagnum.
Hetta er tað, tey nevna inklusjón og tey halda eisini, at ein orsøk kann vera, at politikarar hugsa ikki nóg nógv um inklusjón í teimum avgerum, teir taka, ella tá ið skipanir av ymsum slagi verða settar í verk.
– Tí heitir Javni á tykkum øll at hugsa um, hvat inklusjón merkir fyri tykkum, siga tey á heimasíðuni í dag. Hvat merkir hetta í tykkara gerandisdegi, tá tit eru til arbeiðis, í skúla, eru til frítíðarítriv, ella tá iå tit eru saman við familju og vinum.
– Hava tit nakrar forðingar, ella er nakað, ið forðar fyri, at tit kunnu vera við á jøvnum føti við onnur. Lat okkum fáa hesa inklusjón inn í okkara hugsan og hugburð sum nakað heilt náttúrligt, tí soleiðis gerast vit ríkari bæði sum samfelag og einstaklingar, sigur Javni.