Í dag hevur danski flokkurin Eindarlistin skrivað til Formansskap Fólkatingsins um at kanna málið fyri simulant-týðing í Fólkatinginum frá føroyskum og grønlendskum til danskt og umvent.
Hetta fortelur fólkatingslimurin Trine Pertou Mach á Twitter nú seinnapartin.
– Tað er heilt rímiligt, at fólkatingslimir, sum umboða aðrar partar av ríkisfelagsskapinum, kunnu úttrykkja seg á egnum máli, skrivar hon á sínum Twitter-brúkara.
Hygg her:
##med3##
Kjakið um tungumálið í Fólkatinginum bleiv aktuelt í síðstu viku, tá grønlendski fólkatingslimurin Aki-Matilda Høegh-Dam helt sína røðu á grønlendskum.
Liberal Alliance-formaðurin Alex Vanopslagh hevur á Twitter eisini skotið upp, at tað skal vera møguleiki hjá føroyskum og grønlendskum fólkatingslimum at tosa á egnum móðirmáli við týðara.
##med2##
Føroysku fólkatingslimirnir Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg hava sagt, at tey ætla sær ikki at snakka føroyskt í Fólkatinginum.
LES MEIRA HER: Føroyskir fólkatingslimir vilja tosa danskt