Burðardyggur fiskiskapur
? Tað kann væl vera, at friðingarnar hava nakað at siga. Men tað er verri enn so alt.
Henrik Old, formaður í vinnunevndini hjá løgtinginum, er ikki samdur við Heina O. Heinesen um, hvussu stóran týdning økisfriðingarnar hava fyri fiskiskapin ( sí grein aðrastaðni í blaðnum).
Henrik Old heldur ikki, at økisfriðingarnar eru ikki gjørdar fyri at tálma fiskiskapinum.
?Økisfriðingarnar eru settar í verk fyri at býta Føroyagrunnin sundur ímillum teir ymsu veiðihættiarnar, so at allir bólkar hava síni øki at fiska á, heldur enn at gera fortreð fyri hvørjum øðrum.
Friðingarnar tryggja sátt og semju á Føroyagrunninum, og gera, at tað ber til hjá fleiri at skipabólkum at fiska.
Men fyri tað um friðingarnar eru, ber væl til at fiska eina ørgrynnu av fiski, hóast tað ikki akkurát verður trolað eftir honum.
Hinvegin heldur formaðurin í vinnunevndini, at tað, sum hevur nógv størri týdning, er, at leiðirnar, har fiskurin gytur, vórðu friðarar fyrst í nítiárunum.
? Tað er tað munadyggasta tiltakið, sum nakrantíð er sett í verk fyri at tryggja fiskastovnarnar, sigur Henrik Old.
? Tað gjørdi, at fiskurin fekk frið at gýta og tað førdi so aftur við sær, at tey árini, natúran var til vildar, komu ómetaligar mongdir undan.
Hetta førdi við sær, at fiskiskapurin var tískil longu á veg uppeftir, tá ið økisfriðingarnar vórðu settar í verk í 1994, sigur Henrik Old.
Hann sigur, at hann hevur roynt nógva staðni, eitt nú í Norðsjónum, har tað ikki hevur borið til at semjast um at friða gýtingarleiðir og har gongur bara skeiva vegin.