Heini slapp ikki á listan

Norðoya Tjóðveldisfelag hev­ur ikki rúm fyri ting­mann­i­num Heina O. Heine­sen

Tveir uppstillingarfundir hava verið í Norðoya Tjóð­veld­is­fel­ag, men eingin Heini O. Heinesen er á list­a­num.

Hann boðaði annars her­fyri frá, at hann var til reið­ar at stilla uppaftur.

Heini O. Heinesen hev­ur í dag ikki stór­vegis við­merk­ing­ar til, at hann ikki er kom­in á listan. Eftir hansara fat­an var tað avgjørt framm­an­und­an, hvørji fólk skuldu á list­an. Hann heldur tað ann­ars vera løgið, um pen­sjon­ist­ar eru óynskir, tá ið pensionistarnir telja fjórð­ing­in av fólkinum.

Heini O. Heinesen varð fyrstu ferð valdur í løg­ting­ið í 1984 og sat til 2004. Tá fall hann fyri Karsteni Han­sen. Men hann varð vald­ur inn aftur í 2008 við 415 atkvøðum og sum numm­ar seks av átta tjóð­veld­is­fólk­um.